Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Vit siga farvæl til Kallnet servaran

Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi.  Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald.  Gev gætur: Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Les meira niðanfyri Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 30.september 2024 /, 1. mai 2025 verður ikki møguligt at rita inn á núverandi Kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025 verður øll atgongd til teldupostadressurnar strikað. Talan er um teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo - @altfyrieitt.fo - @babba.fo - @beiggi.fo - @mamma.fo - @systi.fo - @kallnet.fo Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum.  Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri:  O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum:  One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum  Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint  Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna.  Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við.  Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja.   Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg)  At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg)  Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna.   Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí.   Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Fipurnet til Hellurnar

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

Nema Tid

Ny lov kræver, at alle danske virksomheder skal tidsregistreres Fra den 1. juli 2024 bliver tidsregistrering obligatorisk for Danske virksomheder. I alle Danske virksomheder skal der implementeres tidsregistreringssystemer for alle medarbejdere. Den nye lovgivning siger, at virksomheder skal have et system til at registrere medarbejdernes arbejdstid, så det både er nøjagtigt og præcist. Derudover er den nye lovgivning også lavet for at håndhæve medarbejdernes rettigheder til maksimal arbejdstid og hvileperioder. Den registrerede data skal gemmes og være tilgængelig for medarbejderne og arbejdsgiveren i fem år. Nema Tid Nema Tid er en effektiv og god løsning til tidsregistrering. Nema Tid giver dig en enkel løsning til at håndtere og registrere dine medarbejders arbejdstid. Systemet giver alle medarbejderne indblik i deres tidsstatistik og mulighed for registrering af arbejdstimer. Derudover kan medarbejder selv registrere hvor meget tid de bruger på de forskellige opgaver. Det bliver ikke nemmere at holde styr på tiden Nema Tid holder bla. styr på: Hvornår medarbejderne møder ind og tager hjem Hvor medarbejderne er henne, og hvad de laver Hvilke medarbejdere der er mødt ind, og hvem der ikke er Hvornår medarbejdere er på ferie, hvornår de afspadserer eller er syge Om der er tale om normal tid, overtid eller ferie Om de fastlønnede medarbejdere har overtid eller ferie til gode Om medarbejderne arbejder fuldtid eller deltid Hvad de forskellige opgaver koster i en given tid Hvilke timer, der kan faktureres videre til kunderne. Ferie og flexstyring Nema Tid gør det nemmere for alle virksomheder at holde styr på medarbejdernes feriedage og afspadsering. Nema Tid holder styr på, at alle arbejdstimer, feriedage og afspadsering bliver registreret. Systemet holder styr på, hvor mange feriedage medarbejderne har optjent, og om medarbejderne har noget afspadsering til gode. Fakturering af sager For mange virksomheder kan fakturering af timer være en stor udfordring. Det er nemt at glemme, hvem der har gjort hvad og samtidig er der meget ekstra arbejde i at skulle registrere alle timerne manuelt. Med Nema Tid, kan medarbejderen logge direkte på den pågældende sag, og herefter kan du videreregistrere timerne til bogholderiet, hvorefter de er klar til fakturering. Telefoni med Telavox Nema tid kan sammensættes med Telavox, som er et dansk omstillingssystem, der samler al erhvervsmæssig telefoni, på et og samme sted. Telavox giver virksomheden mulighed for at administrere alle ind- og udkald og giver et fuldendt overblik over hvilke medarbejdere, der er tilgængelige. Nema tid kan tilpasses den enkelte virksomheds behov og bliver implementeret af vores eksperter indenfor området. Nema tid kan både være med til at sikre din virksomheds tidsregistrering og kommunikation. Log in fra alle enheder Medarbejderne kan registrere deres tid fra: Mobiltelefonen igennem en app iPad eller computer Web-side igennem en browser Hvem er Nema? Nema er en af de to telefonivirksomheder på Færøerne og den største leverandør indenfor IT-systemer. Vi leverer systemer til alle former for virksomheder både på Færøerne og på Grønland. Vores systemer kan bruges af alle, og vi leverer systemer til firmaer indenfor bygningsindustrien, fiskerierhvervet, retail, detail og mange flere. Referencer Kanjon Systemerne fra Nema er nemme at bruge og giver gode resultater. Tidsregistreringen giver os et godt overblik over det rigtige antal timer samtidig med, at timerne bliver registreret på den rigtige sag. Vi har sparet en del penge på administrering, og Nema Tid har gjort det nemmere ift. fakturering og administrering af løn, fordi vi kommer udenom det manuelle arbejde. Nema har god kundeservice. Når vi ringer til dem, får vi hjælp og svar med det samme. Kjartan Hansen, CEO i byggefirmaet Kanjon Oilwind Vi investerede i Nema Tid og allerede samme år, havde vi sparet pengene ind igen, da vi har færre udgifter til administrering. Nema Tid gør tidsregistreringen nemmere, hurtigere og mere præcis. Hvis vi har spørgsmål, kan vi ringe direkte til Nema, og de yder altid en god service. Marni F. Joensen, administrationschef i Oilwind. Kontakt Har du spørgsmål eller ønsker du at gøre brug af Nema Tid, i din virksomhed, er du velkommen til at kontakte os.

Suðuroyggin á 2 fyri 1

Um 2 fyri 1 appina Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum, av ymiskum slag, ein stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru við vinir og familju. í fjør kom Nema út við nýggjum fyrimuni til allar okkara kundar. Talan er um ein fyrimun, ið vit kalla 2 fyri 1. Allir kundar hjá Nema kunnu fáa gleði av hesum fyrimuni, heilt ókeypis, við at taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Nema samstarvar við fyritøkur, matstovur og ymiskt virksemi í Føroyum, har fyritøkurnar saman við Nema, bjóða Nema kundum tvey fyri eitt. Sum kundi hjá Nema fært tú dupult so nógv fyri pengarnar. Vit eru sera fegin um, at vit kunnu eggja okkara kundum at steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tey eru góð við, til ein súkklutúr, eina biograf-vitjan, ein kaffimunn ella ein betri bita, heilt ókeypis. Suðuroyggin er á 2 fyri 1 Vit eru fegin um, at Suðuroyggin nú er umboðað á 2 fyri 1 appini. Vit hava gjørt nøkur samstørv í Suðri, og hava fingið fleiri góðar veitarar úr Suðuroynni. Ert tú suðuroyingur, ella skalt tú ein túr suður, so hava vit eisini okkurt til tín. Suðuroyar Kajakk 2 fyri 1 - Leiga eina kajakk í ein tíma og fá eina ókeypis. Suðuroyar Kajakk er burðardygg kajakkúleigan í Vági. Tey hava opið allar dagar, tá veðrið loyvir tí. At rógva kajakk er ein upplagdur møguleiki fyri at røra seg og fáa fríska luft. Tú bíleggur eina tíð við at ringja ella skriva á tlf. 266613. Glasstovan 2 fyri 1 - Keyp eina tvíflís og fá eina ókeypis. Tú kann velja millum høsnarunga, parmaskinku og laks. Glasstovan er ein hugnalig kafé mitt á Tvøroyri. Glasstovan hevur eina leskiliga matskrá við bæði heitum og køldum rættum. Umframt hetta tilber at fáa drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Pizzaria á Tvøroyri 2 fyri 1 - Keyp eina beyglu og fá eina ókeypis. Pizzaria á Tvøroyri er ein partur av Hotel Tvøroyri. Pizzaria er kent fyri sínar framúr góðu pitsur, men eisini er møguleiki at keypa annað gott úr matskránni - m.a. Beyglu við kipsi. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag. Sí allar 2 fyri 1 fyrimunirnar HER

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Talgildur uppruddingardagur

Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár.   Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum.   Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari.   Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni.  Sortera og sletta í tíni Downloads mappu Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini.   Nøkur góð ráð til at betra um Co2 útlátið frá tínum talgildu pallum Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur. Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt. Mann metur: at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2 at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.

Nema er aftur fyrst

Nú kunnu føroyingar fáa FRÍTT DATA frá Nema. Vit eru sera errin av, at vit enn einaferð eru fyrst á marknaðin við einum nýggjum telefonhaldi, ið er slóðbrótandi fyri føroyskt fjarskifti. Í londunum rundan um okkum hevur tað, í eina tíð, borið til at fáa telefonhald við fríum data, og vit eru ovurfegin um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum tað sama.   Tað er eingin loyna, at Nema er minni enn kappingarneytin, men hóast hetta eru vit kend fyri at bróta mørk og at flyta føroyska fjarskiftismarknaðin. Hjá Nema starvast nógv góð og ágrýtin fólk, sum vilja bjóða av og skapa nýggjar tænastur til kundarnar.  Nema var fyrsti veitari at bjóða bæði 3G og 4G í Føroyum. Í 2018 var Nema fyrst á marknaðin við familjuhaldunum, sum hava havt ógvuliga góða ávirkan á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í 2015 var Nema eisini fyrst við ungdómshaldunum, ið vóru kallað Red Ung.  Fyrsti veitari at bjóða óavmarkað data til breiðband var eisini Nema, og nú er tíðin komin at bjóða telefonhald við fríum data. Vit vóna, at tað verður eins væl móttikið sum undanfarnu tænasturnar frá Nema. Vit gevast ikki her, men arbeiða altíð fram ímóti at gerast betri og at bøta um tænasturnar til okkara kundar.  Vit vilja, at øll kunnu royna Frítt data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt data fyri serprís fram til 31. juli.  Les meir um Frítt Data frá Nema Frítt Data

Frítt Data frá Nema

Vit gera klárt til 5G við nýggjum telefonhaldum frá Nema, og í hesum sambandi vilja vit eisini víðka um møguleikarnar hjá okkara kundum. Tí bjóða vit nú øllum kundum okkara telefonhald við fríum data.  Vit hava varnast, at GB-nýtslan í einari familju er ymisk. Tað kann t.d. vera, at ein í familjuni hevur brúk fyri meira GB enn restin av familjuni. Tí kunnu vit nú bjóða familjum møguleikan at hava ymisk telefonhald við sama brúkara á Mítt Nema.   Hetta merkir, at hóast telefonhaldini eru ymisk, kann sami persónur samskipa, gjalda og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.   "Vit eru sera errin av, at Nema enn einaferð er fyrst á marknaðin við einum haldi, sum loyvir óavmarkaðari nýtslu. Hesa ferð er talan um internet á telefonini. Kundar rinda eitt fast gjald hvønn mánað og kunnu brúka óavmarkað internet" Gudny Langgaard, stjóri á Nema Vit ynskja, at øll kunna royna Frítt Data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt Data fyri serprís fram til 31. juli.  Les meir um Frítt Data her Eitt farnet í øllum Føroyum  Nú hava allir føroyingar fingið ágóðan av nýggja farnetinum, sum er bæði skjótari og betri enn fyrrverandi farnetið. Nema og Føroya Tele samstarva um sama farnet, so sambandið verður tað sama fyri allar føroyingar.  5G er á gáttini, og nú manglar bert góðkenning frá einum veitara, áðrenn klárt verður at tendra 5G í øllum Føroyum. Enn er óvist, nær góðkenningin er klár, og tí er eingin dagur ásettur enn. Samstarvsavtalan millum Nema og Føroya Tele tryggjar, at báðir veitararnir tendra 5G samstundis, soleiðis at allir telefonkundar í Føroyum fáa atgongd til 5G í senn.  5G-farnetið gevur nógv hægri ferð og er orkuførari enn 4G-netið, sum er í løtuni. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað uppaftur skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.Somuleiðis er øll onnur útgerð, t.d. 3G og 4G, eisini dagførd og er blivin munandi skjótari í dag. ,,Vit eru sera fegin um nýggja netið. Kundarnir fáa net, sum røkkur munandi betur, og vit tryggja, at kapping er um prísir og tænastur," Gudny Langgaard Meir enn bara eitt telefonhald Sum telefonkundi hjá Nema hevur tú atgongd til 2 fyri 1 appina, har tú kanst bjóða onkrum, sum tú ert góð/ur við til ein betri bita, ein kaffimunn ella eina uppliving púra ókeypis. 2 fyri 1 appin hevur nógv góð tilboð og nógvar fyrimunir til kundar hjá Nema.  Á 2 fyri 1 appini bjóða vit eisini okkara kundum at vera við til ymisk tiltøk, t.d. konsertir, matupplivingar og mangt annað. Tilboðini á appini verða nógv nýtt, og vit arbeiða støðugt fyri, at appin er dagførd við nýggjum tilboðum og tiltøkum.

Nema ynskir Noto vælkomin

Nema er ein tele- og KT fyritøka, ið eisini selur skrivstovulutir. Fyri at lyfta skrivstovulutirnir á eitt hægri støði, hevur Nema avgjørt at leggja skrivstovulutir í egið felag. Tað merkir, at frá 1. januar vísa vit, øllum okkara viðskiftafólkum, ið ynskja skrivstovulutir, til Noto. Noto verður skipað við egnum samleika og leiðslu, og tað verður Jenny Næs, ið kemur at standa á odda fyri hesum. Jenny hevur starvast innan økið hjá Nema, tey seinastu 11 árini, og hon verður stjóri í nýggja felagnum.  Frá 18. desember verður møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis lagrið hjá Noto, ið framhaldandi verður á Smyrilsvegi 5. Harafturat er møguligt at bíleggja skrivsstovulutir umvegis teldupost, telefon og selt verður eisini í útgangandi sølu. Viðskiftafólk eru framvegis vælkomin inn á lagrið hjá Noto at bíleggja og heinta vøruna. Frá 1. januar verður eisini møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis nýggjan nethandilin hjá Noto. Upplatingartíðin á lagrinum eru: mánadag - hósdag frá 11 - 15. Fríggjadagar og í vikuskiftinum er bert møguligt at bíleggja vøru umvegis mail, Jenny@noto.fo ella á telefon 755 000. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langaard, stjóra á Nema, á tlf. 502050 ella Jenny Næs, stjóra á Noto, á tlf. 755 000.  Noto deilir inngongd við Damfar, og liggur til høgru, tá tú kemur niðan ígjøgnum trappurnar. sí mynd. Ynskir tú at hoyra nærri um nýggju fyritøkuna og nethandilin, kanst tú skriva teg upp til tíðindabrævið her.

1 2 3 4