
Radiobúðin
Vit hava brúkt Lundan síðan 1984 og eru væl nøgd. Skipanin er ment nógv ígjøgnum árini og passar best til okkara tørv, í mun til størri útlendskar skipanir. Harumframt spara vit nógv í pappíri, tí nærum allar rokningar verða sendar talgilt í dag. Vit brúka eisini kassaskipanina í Lundanum, og er tað lætt at avgreiða kundar, leggja vørur inn og rokna tilboð og prísir. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind
Íløgan vit gjørdu í Nema LØN og Nema TÍÐ varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Thetis – við Telavox frá Nema
Thetis svarar 24 tímar um døgnið. Sí hvussu Telavox loysir teirra telefontrupulleikar.

Farpay – við Telavox frá Nema
Farpay hevur innringingar úr fleiri londum. Sí hvussu Telavox lættir um umsitingina hjá teimum.

Elding – við Telavox frá Nema
Elding hevur fleiri deildir kring Føroyar. Sí hvussu Telavox hjálpir teimum við at hava yvirlit yvir, hvør er tøkur at svara teirra kundum.

Nema stuðlar – GameJam
GameJam hevur sum endamál at menna og stuðla tí føroysku spælivinnuni, og hesum taka vit sjálvandi fult undir við. Vit eru tí sera fegin um at stuðla teimum! Hvat er GameJam? Høvuðsendamálið við einum GameJam er at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; sum oftast 48 tímar. Vanliga fært tú eitt evni avdúkað, tá ið tiltakið byrjar. Tað vil siga, at tú skalt finna uppá, menna og lata inn eina prototypu innanfyri ásettu tíðarfreistina. Evnið kann broytast nógv, alt eftir hvør finnur uppá tað. Tó er evnið vanliga ógvuliga einfalt og breitt, so sum “Vøkstur”, “Framleiðsla” ella “Viðlíkahald”. Tú skalt so brúka evnið sum grundarlag í spælinum. Les meira

Nema stuðlar – Tryggari internetdagur
Tryggari internetdagurin er eitt afturvendandi átak, sum SSP skipar fyri á hvørjum ári. Internetið er ein sers stórur partur av okkara gerandisdegi, og hava vit øll tí eina samábyrgd av at gera internetið so gott og trygt, sum til ber. Tí stuðlar Nema eisini árliga hesum átakinum. Les meira

Nema stuðlar – Renn fyri lívi
Renn fyri lívi er ein skipan og app, sum knýtir neyðhjálparar og nærmasta hjartastartara saman við vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann veita skjóta hjálp, ið kann vera á staðnum innan 5 minuttir, og harvið skapa tryggleika og vera við til at bjarga mannalívum. Hesum stuðla vit sjálvandi! Vilt tú gerast neyðhjálpari, so kanst tú melda teg til her

KT-Trygd
Krøv og ásetingar um KT-trygd eru munandi herd seinastu árini. Serliga tá talan er um skyldurnar hjá føroyskum fyritøkum í sambandi við dátuverndarlógina, men eisini viðvíkjandi KT-grannskoðan og veitaratrygd uttan fyri føroyska marknaðin.Í dag verður alt virksemi skrásett og goymt á teldum, og tí er tað av alstórum týdningi at tryggja sær, at upplýsingar ikki enda á skeivum hondum. Hetta kann til dømis vera teldusníkar, sum stjala dátu og krevja loysigjald fyri hana. Myndugleikarnir seta tí nøkur krøv, ið eru við til at tryggja bæði fyritøkur og viðskiftafólk.Kennir tú tína trygdarstøðu?Flestu fyritøkur nýta nú Office365 sum samskiftis- og arbeiðspall, og flest øll starvsfólk kenna helst til ivasamar teldupostar (phishing), sum vilja hava tey at rita inn á Outlook, Teams ella aðrar skipanir í dagliga rakstrinum. Hesir teldupostar kunnu gera álvarsaman skaða og kunnu gerast sera kostnaðarmiklir, um trygdin og mannagongdir ikki eru í lagi.Tað eru serliga fyrrnevndu Office365 skipanirnar, ið eru útsettar, og Nema tilmælir tí fyritøkum og stovnum at kenna sína trygdarstøðu: Nýta tit tveyvegis góðkenning á Office365 brúkarum? Gera tit trygdaravrit av dátum? Verja tit tykkum móti teldupostum, sum phisha? Aðrir tilmælandi spurningar frá KT-grannskoðarum og okkum á Nema eru: Er harddiskurin krypteraður? Nýta tit antivirus? Er tráðleysa netið á arbeiðsplássinum tryggjað? Hvør hevur atgongd, og eru gestanet tøk? Broyta tit regluliga loyniorð? Trygdarveitingar frá NemaNema veitir hópin av trygdartænastum bæði til brúkara, servara og hardware, umframt neyðstreyms- og myndatólstrygd. Set teg í samband við okkum fyri at vita, hvussu vit kunnu hjálpa tær at varðveita trygdina á útgerð og dátu. Eg vil hoyra meira um KT-Trygd

Telavox – Meira avrik og minni fyrisiting
Telavox hevur alt, tær tørvar, til lætt samskifti og samstarv við kundar og starvsfelagar. Skipanin savnar telefoni, kontaktmiðstøð, vekslara, innanhýsis boð og fundir, alt í somu cloud-loysn. Hon koyrir á øllum pallum, á øllum eindum, allastaðni. Skipanin er bílig og uttan stovningarkostnað Bílegg framløgu