Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Søgan hjá Nema hevur nógvar greinar. Søgan gongur aftur til 1949, tá Farodane varð sett á stovn. Í februar 2007 løgdu fyritøkurnar Faroedane, Com-Data og Reproz saman og gjørdust størsti veitari av KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnum í Føroyum. Stutt eftir skifti samtakið samleika til Nema. Árini eftir vórðu ymiskar fyritøkur keyptar og seldar. Inntil 2016, tá virksemið hjá Nema var minkað til tænastur og vørur, sum upprunaliga vóru frá Farodane og Com-Data.

Í 1999 byrjaði Alnót, sum skifti navn til Kall í 2001. Í 2008 gjørdist Kall til Vodafone, sum síðani bleiv til Hey. Fyritøkan var heildarveitari innan fjarskifti og veitti viðskiftafólkum sínum fastnet, GSM og breiðband. Kappingin er orsøkin til, at vit í dag hava fremstu tøknina, góða tænastu og lágar prísir innan fjarskifti. Fyritøkan broytti navn til Vodafone í 2008, og síðani til Hey í 2018. Í 2019 løgdu fyritøkurnar Hey og Nema saman, og endaliga navnið gjørdist Nema. Endamálið við samanleggingini var at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og fjarskiftisveitara. Nema er nú ein KT- og tele fyritøka við á leið 70 starvsfólkum, ið halda til í Tórshavn og í Klaksvík.

Nema veitir ikki einans telefoni og internet, men bjóðar eisini KT-loysnir til vinnumarknaðin. Vit hava fimm ymiskar KT-skipanir, ið eru nógv útbreiddar millum fyritøkur í Føroyum og eisini uttanlands. Harafturat eru vit millum størstu KT-útgerðarsøluveitarar í Føroyum. Nógv minnast fyritøkuna, Nema, fyri sølu av skrivsstovulutum og innbúgvi. Men avgerð varð tikin um at leggja sølu av skrivsstovulutum og útgerð í egið felag, kallað Noto. Haraftuat eigir Nema eisini 35% av design-innbúgv veitaranum Stockholm, sum í høvuðsheitum vendir sær til vinnumarknaðin. Søla av møblum og skrivsstovulutum varð lagt í egið felag. Nema selir nú, í høvuðsheitum, KT- og samskiftisloysnir til vinnuna, og telefoni og internet til privatkundan

Í dag hevur fyritøkan ein felags samleika, ið er Nema. Fyritøkan arbeiðir áhaldandi eftir okkara virðum um at vera dugnalig, ágrýtin og innlivandi, til frama fyri nøgdsemið hjá okkara viðskiftafólkum, og trivnaðin hjá okkara starvsfólkum.