
Undanbílegg her
iPhone 18 røðin
Apple hevur nú kunngjørt nýggju iPhone 18 røðina. iPhone 18 Pro og iPhone 18 Pro Max, sum vit kenna, umframt spildurnýggju iPhone Duo, ið er fyrsta telefonin hjá Apple, ið kann leggjast saman. Nýggju telefonirnar kunnu longu nú undanbíleggjast hjá okkum. Tú finnur teigin niðast á síðuni.
iPhone 18 Pro og iPhone 18 Pro Max
Nýggju iPhone 18 Pro og iPhone 18 Pro Max eru bæði skjótari, sterkari og hava fingið eitt enn betri kamera. Nýggja A20 Pro-chippið gevur telefonunum meira megi, meðan nýggja 48 MP høvuðskameraðið tillagar seg eftir ljósinum og gevur skarpari myndir, eisini tá lítið av ljósi er. Kameraskipanin hevur harumframt upp til 8x zoom í optiskari góðsku.
iPhone 18 Pro hevur 6,3″ skíggja, meðan Pro Max hevur 6,9″ skíggja og longstu battarítíðina á nakrari iPhone higartil.
Báðar kunnu løðast upp í 50% eftir á leið 15 minuttum. iPhone 18 Pro og Pro Max hava í stóran mun somu hentleikar. Størsti munurin er støddin og battarítíðin. iPhone 18 Pro Max hevur størri skíggja og longri battarítíð, meðan Pro er minni og smidligari.
iPhone 18 Pro og iPhone 18 Pro Max fáast í litunum: Refined Silver, Glacier, Burgundy og Black.

iPhone 18 Pro
- iPhone 18 Pro, 256 GB
- iPhone 18 Pro, 512 GB
- iPhone 18 Pro, 1 TB
- Iphone 18 Pro, 2 TB

iPhone 18 Pro Max
- iPhone 18 Pro Max, 256 GB
- iPhone 18 Pro Max, 512 GB
- iPhone 18 Pro Max, 1 TB
- Iphone 18 Pro Max, 2 TB
Vælkomin iPhone Duo

iPhone Duo
Nýggja iPhone Duo er fyrsta telefonin hjá Apple, sum kann leggjast saman. Tá telefonin verður latin upp, fært tú ein stóran 7,6″ skíggja, sum gevur betri pláss til bæði arbeiði og undirhald. Tú kanst hava fleiri appir opnar í senn og arbeiða í teimum lið um lið. iPhone Duo hevur A20 Pro-chip, 48 MP kameraskipan og fæst við upp til 2 TB goymsluplássi. Nýggja sniðið ger eisini, at telefonin kann standa sjálv, tá tú eitt nú tekur myndir, ert á FaceTime ella hyggur at filmi.
iPhone Duo fæst í litunum: Star White og Night Sky.

iPhone Duo
- iPhone Duo, 256 GB
- iPhone Duo, 512 GB
- iPhone Duo, 1 TB
- iPhone Duo, 2 TB
Nærri kunning um prís kemur seinni.
GG! hetta er ikki eitt bindandi keyp, men gevur tær framíhjárætt at fáa ta telefonina, ið tú ynskir, so skjótt telefonin er í Føroyum.



