Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Vit styrkja okkara toymi innan KT-trygd

KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira.

Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd.

Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

  • Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting.
  • Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd.
  • Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar.
  • Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk.
  • Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum.
  • Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini.
  • Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum.

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál.

Vit leggja dent á, at tú:

  • Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp.
  • Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka.
  • Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum.
  • Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum.
  • Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga.

Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi.

Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd.

Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080.

Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026.