Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar.
Um starvið
Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við:
- KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum
- Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum
- KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum
- Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð
- Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar.
Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan.
Vit leita eftir tær sum:
- Ert forvitin og tænastusinnað/ur
- Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans
- Hevur áhuga fyri KT og hug at læra
- Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir
- Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra.
Vit bjóða tær:
- Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
- Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni
- Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan
- Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi
- Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.
Um útbúgvingina
Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026.
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu.
Umsókn og freist
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo.
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026.




