Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum

Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum.

Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so hann í størri mun lagar seg eftir tørvinum hjá einstøku fyritøkuni.

Í staðin fyri at velja millum ymiskar pakkar, gjalda tit nú eftir talinum á starvsfólkum. Samstundis hava vit lækkað byrjunarprísin, so gáttin at koma í gongd er vorðin lægri.

Tað merkir, at tit kunnu byrja í smáum og lata loysnina vaksa saman við fyritøkuni.

Alt hongur saman

Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv hjálpa hvør á sín hátt við at gera umsitingina av starvsfólkum einfaldari.

Nema Tíð gevur yvirlit yvir arbeiðstíð, fráveru og skrásetingar.

Nema Løn ger lønarkoyringina einfalda og hjálpir tykkum at hava tamarhald á lønarumsitingini.

Nema Starv savnar viðkomandi upplýsingar og skjøl um starvsfólk á einum stað, og gevur eitt betri yvirlit yvir starvsfólkaumsitingina.

Skipanirnar kunnu samskifta sínámillum og brúka upplýsingar frá hvørji aðrari. Tað merkir minni dupultarbeiði, færri skrásetingar og ein smidligari umsiting.

Tit kunnu brúka skipanirnar hvør sær ella knýta tær saman, og harvið fáa enn meira burturúr teimum.

Ein einfaldari prísbygnaður

Við nýggja prísbygnaðinum verður lættari hjá bæði smáum og stórum fyritøkum at fáa eina loysn, sum hóskar til teirra tørv. Tit gjalda eftir talinum á starvsfólkum og kunnu byggja uppá, so hvørt tørvurin broytist.

Eru tit forvitin eftir, hvussu nýggi prísbygnaðurin kann síggja út hjá tykkara fyritøku? 

Setið tykkum í samband við okkum á vd@nema.fo ella á tlf. 202020, so finna vit saman røttu loysnina.


Fleiri greinar