
Data fleks
Internet, ið bert skal nýtast onkuntíð
Við Data Fleks hevur tú møguleika at taka internetið við tær. Við Data fleks fært tú internet gjøgnum ein farnet beinara. Tað er tí ein snild loysn til summarhúsini, bátin ella húsvognin, ella til tey støðini, har tær ikki tørvar internet hvønn dag. Tak beinaran við, set hann til, og so kunnu tit fara á netið, stroyma Netflix, hyggja eftir Kringvarpinum, spæla Gekk ella bara hugna tykkum innandura, tá føroyska summarveðrið vísir seg frá síni vælkendu síðu.
Tú rindar bara, tá tú nýtir netið
Tað snilda við Data Fleks er, at tú rindar eftir nýtslu. Tú hevur eitt lágt fast mánaðargjald og rindar síðani einans fyri teir dagarnar, har netið verður brúkt.
Mánaðargjald: 27 kr.
Nýtsla: 20 kr. fyri hvønn dag, netið verður brúkt.
Tí hóskar Data Fleks væl til støð, har tú bert ert av og á. Einki óneyðugt internethald, sum stendur og koyrir, tá eingin er har.
Umframt hetta kemur leigugjald fyri farnet beinaran, um tú ikki eigir ein frammanundan. Farnet Fleks er ikki umfatað av ‘Royn frítt í 30 dagar’.
Set saman og spar
Visti tú, at vit bjóða serprís til tey ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt internethald, kanst tú seta tað saman við einum fartelefonhaldi og spara 50 kr. um mánaðin.
Farnetið er sera nemt at seta til
Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Fleiri velja sær farnet, tí tað er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald, eingin bíðitíð.



