
Koparbreiðband
Hvat er koparbreiðband?
Koparbreiðband er internet, sum verður veitt gjøgnum koparlinjuna, ið longu er løgd inn í nógv føroysk heim. Tað merkir, at tú kanst fáa internet uttan at hava fipur lagt inn.
Ferðin á koparbreiðbandinum er millum annað treytað av frástøðuni til nærmasta koparskáp og góðskuni á linjuni. Tí kann ferðin vera ymisk frá bústaði til bústað.
Soleiðis setur tú títt koparbreiðband til
Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tey flestu hava internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonnetið.
Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband. Tískil hava nýggjari útstykkingar aloftast Fipur linju lagda inn í heimið frá byrjan.
Býrt tú í einum umhvørvi, har fipur enn ikki er lagt, hevur tú møguleika at knýta beinaran til koparlinjuna. Tá koparbreiðbandið er virkið á tínum bústaðið, er tað lætt at seta til. Tú setur beinaran til koparstikkið í vegginum við tí leidninginum, ið fylgir við beinaranum, og síðani setur tú beinaran til streym.
Tá routarin hevur fingið samband, kanst tú knýta telefon, teldu, sjónvarp og aðrar eindir á Wi-Fi, og so ert tú á netinum.
Gott at vita: Hevur tú fleiri koparstikk í húsinum, kann tað hava týdning, hvat stikk beinarin verður settur í. Ert tú í iva, hjálpa vit tær sjálvandi at finna røttu loysnina.
Hvør loysn hóskar best til tín?
Koparbreiðband
Koparbreiðband brúkar koparlinjuna, sum longu er løgd inn í flestu heim. Tað er ein góð og einføld loysn til vanliga internetnýtslu, men ferðin er treytað av, hvar tú býrt og góðskuni á linjuni.
Farnet
Farnet gevur tær internet gjøgnum farnetið og krevur tí ikki kopar- ella fipurkaðal inn í heimið. Tað kann vera ein góð loysn, serliga har fipur ikki er tøkt. Ferð og støðufesti eru tó treytað av dekninginum á staðnum.
Fipur
Fipur er tann skjótasta og mest støðuga loysnin. Tað hóskar serliga væl til heim við nógvum eindum, stroyming, gaming, heimaarbeiði og aðrari tungari netnýtslu. Tó kanst tú bert fáa Fipur, um fipurin er gjørdur klárur í tínum umhvørvi.
Set saman og spar
Visti tú, at vit bjóða serprís til tey ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt internethald, kanst tú seta tað saman við einum fartelefonhaldi og spara 50 kr. um mánaðin.
Tørvar tær hjálp?
Ert tú í iva, ert tú vælkomin at fylla út teigarnar, og vit venda okkum til tín við vegleiðing um títt internet. Og vit kunnu geva tær eitt óbindandi tilboð.



