
SIM-kort, eSIM, PIN- og PUK kotur
Ofta settir spurningar
Tilber at síggja tína PIN- og PUK kotu á kortinum, ið fylgir við fysiska SIM-kortinum.
Hevur tú ikki kortið longur, kanst tú ringja til Nema á tlf. 202020.
Títt SIM-kort verður knýtt saman við tínum telefonhaldi og tær tørvar eitt SIM-kort fyri at kunna ringja og senda boð. Tá tær tørvar eitt nýtt SIM-kort, kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf. 202020 ella senda okkum ein teldupost til nema@nema.fo.
Hevur tú eina nýggjari telefon, ber eisini til at fáa eSIM.
Eitt eSIM er eitt talgilt SIM-kort, ið tú skannar inn á telefonina við einari QR kotu. Tað er sera hent, um tú manglar eitt SIM-kort her og nú. Tó er týdningarmikið at vita, at tú skal hava internetsamband, tá tú skannar títt eSIM.
Tað ber til at hava fleiri telefonnummur á somu telefon. tildømis eitt arbeiðsnummar og títt privata telefonnummar. Tað eina SIM-kortið kann vera fysiskt og hitt eitt eSIM. Tá koma øll uppkøll á somu telefon og tú avgerð, hvat telefonnummar. Tú sært altíð hvat nummar viðkomandi hevur ringt ella skrivað til, og tú avgerð hvat nummar tú ynskir at ringja ella skriva frá.
Tað fysiska SIM-kortið er tað, sum tú allarhelst longu kennir til. Eitt lítið chip, ið tú setur inn í telefonina.
Eitt eSIM er eitt talgilt SIM-kort, ið tú skannar inn á telefonina við einari QR kotu, ið tú fært frá tínum televeitara.
Tá tú fært eitt fysiskt SIM kort, hevur tað tríggjar støddir. Tú velur hvørja stødd tú klikkjar úr kortinum/haldaranum. Um tú kemur til at klikkja skeivu støddina, ber væl til at seta tað saman aftur, so tað hóskar til tína telefon.
MANGLAR
Ert tú heima og bíleggur eitt eSIM, fært tú hetta sendandi í einum telduposti. Ynskir tú eitt fysiskt SIM-kort, mást tú koma framvið at heinta tað. Tó kunnu vit gera tað klárt beinanvegin. Býrt tú í Suðri kunnu SIM kortini heintast hjá XXXXXXX.
Tær allarflestu nýggju snildtelefonirnar kunnu hava eSIM.
Soleiðis kannar tú tað:
- Far inn á nummarblokkin á telefonini
- skriva *#06# á telefonina (minst til stjørnuna)
- Um eitt EID nummar kemur fram á skerminum merkir tað, at tín telefon kann nýta eSIM.
Fært tú ikki hetta at rigga, kanst tú hyggja undir spurninginum “Hvørjar telefonir kunnu hava eSIM”
Tær allarflestu nýggju snildtelefonirnar kunnu hava eSIM. Hevur tú eina telefon, ið er nýggjari enn hesar útgávurnar, riggar tað heilt víst eisini.
Apple:
- iPhone XR
- iPhone XS
- iPhone XS Max
- iPhone SE (2020)
- iPhone 11
- iPhone 11 Pro
- iPhone 11 Pro Max
- iPhone 12
- iPhone 12 mini
- iPhone 12 Pro
- iPhone 12 Pro Max
- iPhone 13
- iPhone 13 mini
- iPhone 13 Pro
- iPhone 13 Pro Max
- iPhone 14
- iPhone 14 Plus
- iPhone 14 Pro
- iPhone 14 Pro Max
- iPhone 15
- iPhone 15 Plus
- iPhone 15 Pro
- iPhone 15 Pro Max
- iPhone 16
- iPhone 16 Plus
- iPhone 16 Pro
- iPhone 16 Pro Max
- iPhone 16e
- iPhone 17
- iPhone 17 Pro
- iPhone 17 Pro Max
- iPhone Air
- Og allar Iphones, ið koma út eftir hesar
Samsung:
- Samsung Galaxy Z Flip3
- Samsung Galaxy Z Flip4
- Samsung Galaxy Z Flip5
- Samsung Galaxy Z Flip6
- Samsung Galaxy Z Flip7
- Samsung Galaxy Z Fold3
- Samsung Galaxy Z Fold4
- Samsung Galaxy Z Fold5
- Samsung Galaxy Z Fold6
- Samsung Galaxy Z Fold7
- Samsung Galaxy S21 5G
- Samsung Galaxy S21 Ultra 5G
- Samsung Galaxy S21+ 5G
- Samsung Galaxy S22 5G
- Samsung Galaxy S22+ 5G
- Samsung Galaxy S22 Ultra
- Samsung Galaxy S23
- Samsung Galaxy S23+
- Samsung Galaxy S23 Ultra
- Samsung Galaxy A35 5G
- Samsung Galaxy A36
- Samsung Galaxy A54
- Samsung Galaxy A55
- Samsung Galaxy A56
- Samsung Galaxy S24
- Samsung Galaxy S24+
- Samsung Galaxy S24 Ultra
- Samsung Galaxy S25
- Samsung Galaxy S25+
- Samsung Galaxy S25 Ultra
- Og allar Samsung Galaxy, ið koma út eftir hesar
Google:
- Pixel 2 XL
- Pixel 2
- Pixel 3
- Pixel 3 XL
- Pixel 3a
- Pixel 3a XL
- Pixel 4
- Pixel 4A
- Pixel 4A 5G
- Pixel 4XL
- Pixel 5
- Pixel 5A
- Pixel 6
- Pixel 6A
- Pixel 6 Pro
- Pixel 7
- Pixel 7A
- Pixel 7 Pro
- Pixel 8
- Pixel 8A
- Pixel 8 Pro
- Pixel 9
- Pixel 9 Pro
- Pixel 9 Pro Fold
- Pixel 9 Pro XL
Motorola:
- Edge 40
- Edge 40 Neo
- Edge 50 Neo
- Edge 50 Ultra
- Edge+ (2023)
- Edge 40 Pro
- Razr 40
- Razr 40 Ultra
- Moto G (2023)
- Moto G75
- Moto Edge (2022)
Nokia:
- X30
Sony:
- Xperia 1 V
- Xperia 1 IV
- Xperia 5 IV
- Xperia 10 V
- Xperia 10 IV
- Xperia 10 III Lite
Xiaomi:
- 12 T Pro
- 13 Lite
- 13
- 13 Pro
- 14
- 14 T Pro
- 15
- 15 Ultra
Ja, eSIM riggar eins og eitt fysiskt SIM kort. Tú skalt tó minnast til at tendra Nema Útlond, um tú skal uttanlands. Hetta kanst tú gera inni á Mítt Nema.
Um tú hevur tvey telefonnummur á somu telefon, kanst tú velja eitt nummar at vera høvuðsnummar (primær).
Tú velur, um tú vilt nýta títt eSIM ella títt fysiska SIM-kort sum høvuðs nummarið.
Soleiðis gert tú:
iOS:
- far inn á instillingar
- Vel ‘mobilnetværk’
- vel ‘standardtelefonnummer’ – Her setur tú flugubein við tað nummarið, ið tú ynskir skal vera títt høvuðsnummar.
Android:
- far inn á instillingar
- Vel ‘forbindelse’
- vel ‘Administration af SIM-kort’ – Her velur tú tað nummarið, ið tú ynskir skal vera títt høvuðsnummar.
Tá tú stovnar eitt telefonhald hjá Nema kanst tú velja, um tú skalt hava eitt eSIM ella fysiskt SIM-kort. Um tú longu ert kundi hjá Nema, og ynskir at fáa eitt eSIM ístaðin, kanst tú ringja á tlf. 202020 ella senda okkum ein teldupost á nema@nema.fo.
GG! Um tú longu hevur eitt fysiskt SIM-kort í telefonini, og skalt skifta til eitt eSIM við sama telefonnummarið, mást tú taka fysiska SIM-kortið úr telefonini, áðrenn tú kann fáa eSIM á telefonina.
Fekk tú ikki svarið, ið tær tørvar?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Kundarøktin
Gerandisdagar frá kl. 09.00 – 16.00
+298202020
Nema@nema.fo
Vakttelefon
Tørvar tær bráðhjálp eftir kl. 16
+298202020
Handlar
í Havn og Klaksvík
Mánadag – Fríggjadag: 10.00 – 17.30
Leygardag: 10.00 – 14.00
Fjarsupport
Trýst á knappin niðanfyri fyri at fáa fjarsupport. Gev gætur, at TeamViewer verður heinta niður á telduna.
Okkara fólk nýta TeamViewer til at hjálpa tær við trupuleikanum.
Fyrimunir til kundar hjá Nema
Við 2 fyri 1 kunnu allir Nema telefonkundar, bjóða einum vini ella familjulimi við ókeypis.
Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru.
Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur.
Hjá Nema eitur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina komandi mánaða, uttan meirkostnað. Vit kalla tað Datarull.
Um tú hevur nokk av data ella bara ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema, geva av tínum data til vinir og familju. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða.
Visti tú, at vit bjóða serprís til tey, ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt telefonhald, kanst tú seta tað saman við einum internethaldi og spara 50 kr. um mánaðin.



