Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða
Hvat er 2 fyri 1?

2 fyri 1 er app við einari rúgvu av tilboðum. Ert tú kundi hjá Nema, hevur tú óavmarkaða atgongd til appina og tilboðini. Tú kann spara eina rúgvu.

Hvussu fái eg 2 fyri 1?

Tak appina niður á telefonina umvegis Appstore ella Google Play store. Síðan skalt tú rita inn við tínum telefon nummarið. Tørvar tær hjálp til innrita, sí vegleiðingina longur niðri á síðuni.

Hvussu fái eg avsláttur í Havnar bio?

Við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa eitt biograf atgongumerki og fáa eitt ókeypis.

Tú skal avgreiða tína bíleggina á bio.fo, men áðrenn tú gert tað skalt tú umbiðja avsláttarkotuna á 2 fyri 1 appini. Tú fært tvær kotur á skermin og hesar koturnar skal tú tøppa í ‘Gávukort’ teigin, tá tú avgreiður tína bílegging á Bio.fo. Minst til at koyra báðar koturnar inn, hvør sær, fyri at fáa fullan avsláttur.

Hvussu brúki eg 2 fyri 1?

Tá tú skalt gagnnýta eitt tilboð, skalt tú skanna 2 fyri 1 QR kotuna, ið tú finnur hjá veitaranum. Tú skannar umvegis 2 fyri 1 appina við at trýsta á ynskta tilboðið og síðan á skanna. Tú kann eisini trýsta beinleiðis á QR ikonið á forsíðuni á appini og síðan skanna. Tá tú hevur skannað fært tú eina góðkenning á skermin, sum tú skalt vísa starvsfólkinum á staðnum. Starvsfólkið gevur tær tilboðið.

Hví riggar tað ikki at skanna?

Tú mást tryggja tær, at tú hevur loyva appini at nýta títt myndatólið á telefonini. Tað gert tú við at fara inn á indstillinger og undir appunum týstir tú á 2 fyri 1 appina. Her skalt tú loyva appini at nýta myndatólið á telefonini. Royn so aftur.

Hví fái eg ikki ritað inn?

Um tú ikki fært ritað inn á appina, kanst tú gera fylgjandi:

  • Kanna um appin er dagførd. Um ikki, má appin dagførast og tú kann royna aftur
  • Royna at sløkkja appina og rita inn aftur.
  • Um tú hevur fingið nýtt telefonnummar, skalt tú stovna ein nýggjan brúkara við nýggja telefonnummarinum. Tó ber ikki til at nýta sama teldupost til fleiri brúkarar. Er hetta ein trupulleiki kanst tú ringja á tlf. 202020, og vit hjálpa tær at strika gamla brúkaran.
  • Um tú hevur skrivað skeivan teldupost við stovnan, kann hetta hava við sær, at tú ikki fært ritað inn aftur, um tú t.d. hevur fingið nýggja telefon. Sigur appin, at telduposturin er skeivur, kanst tú ringja inn á tlf. 202020, og vit hjálpa tær at rætta teldupostin.
  • Hevur tú ikki longur atgongd til gamla teldupostin kanst tú ringja inn á tlf. 202020, og vit hjálpa tær at rætta gamla teldupostin.

 

Hvussu geri eg, um eg havi fingið nýtt telefonnummar?

Um tú hevur fingið nýtt telefonnummar, skalt tú stovna ein nýggjan brúkara við nýggja telefonnummarinum. Tó ber ikki til at nýta sama teldupost til fleiri brúkarar. Er hetta ein trupulleiki kanst tú ringja á tlf. 202020, og vit hjálpa tær at strika tín gamla brúkara.

Kunnu øll fáa atgongd til 2 fyri 1?

Telefonkundar hjá Nema hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men um tú hevur ein annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum. Um ein ynskir at halda fram við 2 fyri 1 eftir royndartíðina, má ein skifta telefonhald til Nema.

Eg havi ikki longur atgongd til mín skrásetta teldupost

Hevur tú ikki longur atgongd til teldupostin, ið er skrásettur á 2 fyri 1, kanst tú ringja á tlf. 202020, og vit hjálpa tær at rætta gamla teldupostin.

1. Tak 2 fyri 1 appina niður á telefonina.

2. Rita inn við tínum telefonnummari.

3. Njót øll 2 fyri 1 tilboðini.

Tak 2 fyri 1 appina niður á telefonina

Nú hava øll, ið hava eitt føroyskt telefonnummar, møguleika at stovna ein brúkara á 2 fyri 1 appini. Nema telefonkundar hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men nú kunnu onnur eisini royna appina. Hevur tú annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum.

Tak 2 fyri 1 appina niður her: