Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða
Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema?
  1. Ring 20 20 20 ella kom inn í handilin í Havn ella Klaksvík.
  2. Upplýs títt núverandi ICC ID nummar*
  3.  Nema upprætta teg sum kunda.
  4. Tú fært eitt fysiskt sim-kort, sum skal setast í telefonina ella
    eitt E-sim, ið er ein strik
    ukota, ið skal skannast á telefonini.
  5. Tú ringir 20 20 20 fyri at aktivera títt simkort/E-Sim.
  6. Hurrá! Tú ert telefonkundi hjá Nema. 
Hvar finni eg mítt ICC-nummar?

Á iPhone finnur tú títt ICC ID undir (Indstillinger – Generelt –  Om –  ICCID).  

Tilber at síggja títt ICC inni á Mítt Ver, og annars kanst tú ringja til Føroya Tele og fáa títt ICC upplýst. 

Nær kann eg flyta telefonhald?

Tað kanst tú beinanvegin.  Ert tú kundi hjá okkum frammanundan, kanst tú skifta hald inni á Mítt Nema við at trýsta á ‘Broyt hald’.   

Skalt tú skifta veitara ber eisini til at skifta beinanvegin, sí fyrra spurningin ‘Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema’ fyri eina vegleiðing.  

Kunnu øll fáa Frítt Data?

Frítt Data er gjørt til einstaklingahaldini. Tó ber væl til at hava eitt einstaklingahald undir sama brúkara á Mítt Nema, sum restin av familjuni. 

Kann eg hava sama telefonnummar?

Tú kann sjálvandi varðveita títt telefonummar, hóast tú skiftir telefonhald til Nema.  

Kann eg geva data til vinir og familju av mínum Fría Data?

Ja, tað kanst tú. Tú kann geva upp til 10 GB hvønn mánaða. 

Hvussu gevi eg data?

Tú kann geva data inni á Mítt Nema. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða til tey, ið hava eitt telehald frá Nema.

Hvat er VoLTE?

Sambandið
VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður í telefon. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE.

Ljóðgóðskan
Ljóðgóðskan verður hægri, og minkað verður um larm og óljóð, tá tosað verður í telefon.

Ringitíðin
Skjótari ringitíðir og tú fært skjótari samband, tá tú ringir yvir VoLTE.

Trýst her
https://www.nema.fo/?page_id=16063&preview=true

Hvussu tendri eg VoLTE?

Fyri at VoLTE skal virka, skal telefonin vera dagførd til nýggjastu stýrisskipanina, og er tænastan sjálvvirkandi.

iPhone: iOS 18.3 og nýggjari.
Android: Um telefonin stuðlar VoLTE tøkni, er tænastan sjálvvirkandi.

Hvussu fylli eg pening á mína Saldo?

Nýggju Nema haldini gera tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður frammanundan fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á tína Nema saldo inni á sjálvgreiðsluni.

Skalt tú atkvøða til kappingar við SMS boðum ella stuðla við peningi til vælgerandi endamál, mást tú fyrst fylla pening á tína saldo.

Soleiðis gert tú:

  1. Innrita á Mítt Nema
  2. Skrulla niður til ‘Handlingar’ og vel ‘Fyll pengar á’
  3. Vel upphædd
  4. Vel brúkara
  5. Trýst á ‘Keyp talutíð’

Bert gjaldarin av haldinum, hevur rættindi at fylla pening á.

Hvat hendir við teimum GB, ið eg ikki nýti?

Hjá Nema eigur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina mánaðin eftir, uttan meirkostnað. Vit kalla tað datarull.

Hvat er Datarull?

Datarull er ein tænasta, ið tú bert fært hjá Nema. Tá tú ert kundi hjá Nema eigur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina næsta mánað uttan meirkostnað.

Vit kalla tað datarull.

Kann eg hava fleiri telefonnummur í somu telefon?

Í teimum flestu nýggju telefonunum ber til at hava fleiri telefonnummur tilknýtt telefonini.

Hevur tín telefon bert pláss til eitt fysiskt SIM-kort, kanst tú eisini fáa eitt ella fleiri e-SIM tilknýtt tína telefon. Hetta kunnu vit hjálpa tær við. Ring til okkum á tlf. 202020 ella kom framvið Nema handlinum í Havn ella í Klaksvík.

Hví riggar mín telefon ikki uttanlands?

Áðrenn tú fert uttanlands mást tú minnast til at tendra Nema Útlond. Tað gert tú inni á Mítt Nema.

Við Nema Útlond til telefonhaldið hjá tær, kanst tú brúka fartelefonina sum heima í øllum londum í bólki 1. Tað merkir, at tú kanst tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 50GB av tínum datapakka, tá tú ferðast.

Nema Útlond kann stovnast til fartelefonhaldið fyri ein fastan mánaðarkostnað. Tú kanst tendra, tá tú vilt og sløkkja, tá tú vilt – alt á Mítt Nema.

Skalt tú ferðast og ynskir at tendra Nema Útlond mitt í mánaðinum, er Nema Útlond galdandi tíðarskeiðið, ið eftir er av mánaðinum. Ynskir tú ikki at halda fram við Nema Útlond mánaðin eftir, mást tú minnast til at sløkkja 10 dagar áðrenn mánaðarskiftið.

Sí hvørji prís og hvørji lond eru fevnd av bólki 1 her: https://www.nema.fo/telefon/uttanlandsprisir/

Hví er ferðin á mínum 3G/4G/5G so lág?

Ferðin, tú fært, kann vera ymisk frá einum staði til annað. Nakrar av orsøkunum kunnu vera:

  • Talið á brúkarum, sum eru á netinum samstundis kann hava ávirkan á tína ferð. o
  • Ert tú nær við eina mastur er ferðin hægri. Jú longur burtur tú ert, jú verri verður sambandið.
  • Tú fært altíð betri dekning úti enn inni. Fjøll, bygningar og annað kann tó ávirka sambandið.
  • Hevur tú eitt gamalt SIM-kort kann hetta eisini vera avgerðandi. Ert tú í iva, kanst tú ringja til okkum á tlf. 202020, og vit hjálpa tær við einum nýggjum SIM kortið.
  • Tú kann royna at koyra telefonina á flogstøðu í minimum 30 sekund og royna aftur.
Hvat geri eg, um eg havi gloymt loyniorðið til mína Iphone ella Ipad?

Hetta kunnu vit ikki beinleiðis hjálpa tær við. Men um tú hevur gloymt loyniorðið til tína iPhone ella tín iPad, kanst tú fylgja vegleiðingini á heimasíðuni hjá Apple. Vegleiðin er á donskum ella á enskum.

Vegleiðingin á donskum

Vegleiðingin á enskum

Hvat um eg upplivi trupulleikar við telefonhaldinum?

Tað ber altíð til at ringja til okkum á tlf.  +298 202020, eisini um títt telefonnummar er óvirkið. Hetta er galdandi óansæð um tú ert í Føroyum ella uttanlands.

So ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

2 fyri 1 appin – við fleiri fyrimunum

Við 2 fyri 1 kunnu allir Nema telefonkundar, bjóða einum vini ella familjulimi við ókeypis.  

Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru. 

Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur. 

Datarull – Fá títt óbrúkta Data við í næsta mánaða

Hjá Nema eitur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina komandi mánaða, uttan meirkostnað. Vit kalla tað Datarull.

Gev Data – Deil GB við vinir og familju

Um tú hevur nokk av data ella bara ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema, geva av tínum data til vinir og familju. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða.

Set saman og spar

Visti tú, at vit bjóða serprís til tey, ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt telefonhald, kanst tú seta tað saman við einum internethaldi og spara 50 kr. um mánaðin.