
Wuthering Heights á 2 fyri 1
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina sersýning í biografinum – hesuferð til Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu.
Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar.
Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið.
Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!
Fleiri greinar