Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Sølufólk til okkara vinnutoymi

Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi og sum kann hjálpa okkum at vaksa uttanfyri Føroyar.

Talan er um eitt sera spennandi og fjølbroytt starv, har tú fert at selja okkara skipanir uttanfyri Føroyar og samstundis vera við til at selja og skapa spildurnýggjar loysnir til føroyska vinnulívið.

  • Søla av skipanum uttanfyri Føroyar
  • Søla av samskiftis- og KT loysnum í Føroyum
  • Røkt av kundum
  • At hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast
  • Hevur skil fyri KT og fjarskifti
  • Klárar teg væl á donskum og enskum
  • Hevur høgt tempo og er fleksibul
  • Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt
  • Hevur umstøður at nýta ein part av tíðini uttanfyri Føroyar
  • Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi
  • Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv
  • Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum
  • Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og sum er í rúkandi menning
  • Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
  • Møguleikan at vaksa uttan fyri landoddarnar

Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.

Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80.

Umsóknir við prógvskjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2026

Nema søkir eftir handilssamskipara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá Nema ert tú við til at tryggja, at gerandisdagurin í handlunum koyrir væl, at vørurnar eru á røttum stað, og at kundarnir altíð fáa eina góða uppliving. Tú verður eisini eitt týðandi bindilið millum handlarnar og aðrar deildir hjá Nema. Við starvinum kemur tú eisini at samskipa søluátøk, nethandilin og annað, sum skal spæla saman. Tú kemur at Samskipa og taka lut í dagliga rakstrinum av handlinum í Havn, har arbeiðstíðin er kl. 09.30–17.30 Hava yvirlit yvir vørur, prísir, bíleggingar og søluátøk Ganga á odda í søluni, og vera við til at tryggja eitt høgt tænastustøði Samskipa uppgávur og samstarvið millum starvsfólkini í handlunum Tryggja at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi Samskipa nethandilin og syrgja fyri, at vørur, prísir og tilboð eru dagførd Vera bindilið millum handlarnar og viðkomandi deildir hjá Nema Vera við til at menna handlarnar og kundaupplivingina. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu og góðari kundatænastu Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Dugir væl at samstarva, og at fáa ymiskar uppgávur og fólk at spæla saman Hevur eyga fyri bæði smálutum og heildini og sær, hvar okkurt kann gerast betri Hevur viðkomandi royndir innan handil, kundatænastu ella sølu, men rætti hugburðurin og viljin at læra hava nógv at siga Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum Møguleikan at seta tín dám á, hvussu kundarnir uppliva Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan m.a. marknaðarførslu, innkeyp, sølu og kundatænastu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil og søla: Dagligur rakstur, vørur, prísir, søluátøk og kundatænasta Samskipan: Yvirlit, uppgávur og samstarv millum handlarnar og aðrar deildir Nethandil: Vørur, tilboð og dagføringar, umframt at tryggja, at handil og nethandil hanga væl saman Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Forvitin? So ring ella skriva til Sigurð J. Simonsen, søluleiðara, á tlf. 502047 ella á sjs@nema.fo Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. September 2026 Søk starvið her Onnur tíðindi