Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Fíggjarfrøðingur til Nema

Vilt tú vera við til at menna og automatisera okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! 

Nema leitar eftir einum sterkum fíggjarfrøðingi (financial controller) við serligum denti á rakstur, dátugreining og roknskaparligar arbeiðsgongdir. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast hareftir.

Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema verður tú ein lyklapersónur í at optimera okkara roknskaparmannagongdir og tryggja góðsku og álítandi grundarlag í okkara roknskapar­dátum, samstundis sum tú røkir og umsitur vanligar roknskaparuppgávur. Tú fert eisini at hava ein týðandi leiklut sum sparringsfelagi fyri fyritøkuna, við serligum denti á fíggjar­dátugreining og KPI-frágreiðingar.

Tín uppgáva verður at tryggja, at roknskaparmannagongdirnar virka væl, og at dáturnar í roknskapinum eru rættar og álítandi. Hetta er grundarlagið fyri at kunna leggja fram eitt haldgott roknskaparyvirlit, men er eisini avgerandi fyri arbeiðið við fíggjarætlan, eftirmeting og frágreiðing av KPI-lyklatølum. Við denti á góðsku í roknskaparmannagongdunum, sjálvvirkjan og KPI-eftirfylging, fert tú at verða við til at flyta fíggjar­deildina á eina meira nútímans kós.

  • Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur
  • Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum
  • Dátugreining og fíggjarfrágreiðingar
  • At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum
  • At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl
  • Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc. ella Cand.oecon.
  • Ert sterk/ur analytiskt
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
  • Hevur royndir við PowerPoint, Excel og Power BI
  • Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna
  • Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini
  • Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema
  • Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum 
  • Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt 

Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður sambært førleikum. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til fíggjarleiðara, Christian Svejdal, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056.

Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar.

Umsóknarfreistin er 16. januar 2026.

Nema søkir eftir handilssamskipara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá Nema ert tú við til at tryggja, at gerandisdagurin í handlunum koyrir væl, at vørurnar eru á røttum stað, og at kundarnir altíð fáa eina góða uppliving. Tú verður eisini eitt týðandi bindilið millum handlarnar og aðrar deildir hjá Nema. Við starvinum kemur tú eisini at samskipa søluátøk, nethandilin og annað, sum skal spæla saman. Tú kemur at Samskipa og taka lut í dagliga rakstrinum av handlinum í Havn, har arbeiðstíðin er kl. 09.30–17.30 Hava yvirlit yvir vørur, prísir, bíleggingar og søluátøk Ganga á odda í søluni, og vera við til at tryggja eitt høgt tænastustøði Samskipa uppgávur og samstarvið millum starvsfólkini í handlunum Tryggja at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi Samskipa nethandilin og syrgja fyri, at vørur, prísir og tilboð eru dagførd Vera bindilið millum handlarnar og viðkomandi deildir hjá Nema Vera við til at menna handlarnar og kundaupplivingina. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu og góðari kundatænastu Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Dugir væl at samstarva, og at fáa ymiskar uppgávur og fólk at spæla saman Hevur eyga fyri bæði smálutum og heildini og sær, hvar okkurt kann gerast betri Hevur viðkomandi royndir innan handil, kundatænastu ella sølu, men rætti hugburðurin og viljin at læra hava nógv at siga Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum Møguleikan at seta tín dám á, hvussu kundarnir uppliva Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan m.a. marknaðarførslu, innkeyp, sølu og kundatænastu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil og søla: Dagligur rakstur, vørur, prísir, søluátøk og kundatænasta Samskipan: Yvirlit, uppgávur og samstarv millum handlarnar og aðrar deildir Nethandil: Vørur, tilboð og dagføringar, umframt at tryggja, at handil og nethandil hanga væl saman Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Forvitin? So ring ella skriva til Sigurð J. Simonsen, søluleiðara, á tlf. 502047 ella á sjs@nema.fo Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. September 2026 Søk starvið her Onnur tíðindi