
Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd?
Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið.
Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum.
Tínar fremstu uppgávur vera
- Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet og aðrari netverksútgerð
- Umsiting av switchum, beinarum og firewalls
- At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum
- At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar
- At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum.
Vit vænta tí, at tú
- Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt
- Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið
- Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað
- Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav.
Afturfyri bjóða vit
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum
- Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum
- Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo.
Umsóknarfreistin er 4. januar 2025.

Vinn einar Airpods Pro 3
Hvønn film, ið kemur út í 2026, hevði tú viljað sæð? Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Februar 2026
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum – hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar. Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!
Fleiri greinar