
Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir.
Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd.
Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi.
Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd.
Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema.
– “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen.
Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.
Fleiri greinar