Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Prísbroytingar í talutíðarhaldum

1. oktobur 2025 koma prísbroytingar í talutíðarhaldum í gildi. Tú kanst síggja verandi og dagførdu prísirnar niðanfyri.

Hesar prísbroytingarnar eru viðkomandi fyri teg, ið nýtir talutíð. Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur kunnu fáa fatur á tær.

Prísir fyri vanliga talutíð

Uppringingargjald

Í dag 1,60 kr.

1. oktobur 1,75 kr.

 

Tala

Í dag 1,60 kr./min

1. oktobur 1,75 kr./min

 

SMS

Í dag 0,50 kr./SMS

1. oktobur 0,75 kr./sms

 

Prísir til útlandið

Ringja – bólkur 1

Í dag 1,50 kr./min.

1. oktobur 2,50 kr./min.

 

SMSa – bólkur 1

Í dag 1,25 kr./SMS

1. oktobur 1,75 kr./SMS

 

Prísirnir at ringja og SMSa til Onnur lond er óbroyttur.

Oilwind

Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt  Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið

Lærlingur til KT-supportina hjá Nema

Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar. Um starvið Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við: KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar. Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan. Vit leita eftir tær sum: Ert forvitin og tænastusinnað/ur Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans Hevur áhuga fyri KT og hug at læra Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra. Vit bjóða tær: Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga. Um útbúgvingina Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026. Les meir um útbúgvingina her Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Setanarviðurskifti Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026. Søk starvið her

Protected: Tíðindaskriv til vinnuna

Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð seta vit sjóneykuna á KT-trygd, nú talgildar hóttanir gerast alsamt fleiri og meira framkomnar. Vit greiða frá, hvussu vit kunnu hjálpa tykkum at styrkja trygdina við KT-trygdarkanningum og einari nýggjari, framkomnari trygdarloysn. Harumframt hevur Nema Tíð fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði og betri hentleikum, meðan Nema Starv nú kann brúkast sum ein sjálvstøðug HR-skipan, óheft av hinum skipanunum hjá Nema. Og sum vant hava vit eisini nøkur góð tilboð upp á KT-útgerð til tykkara. Les meira um tíðindini, dagføringarnar og tilboðini niðanfyri. Hvussu væl er fyritøkan vard móti KT-álopum? KT-álop gerast alsamt fleiri og meira framkomin. Seinastu árini er talið á fráboðaðum KT-trygdarbrotum í Føroyum meira enn trífaldað – úr 18 í 2021 til 55 í 2024. Eitt álop kann fáa álvarsligar avleiðingar, eitt nú rakstrarsteðg, mistar dátur og stórar útreiðslur. Men hvussu væl kennir tú trygdarstøðuna hjá tínari fyritøku? Eru servarar og skipanir dagførd? Eru trygdaravritini í lagi? Og eru greiðar mannagongdir fyri, hvat skal gerast, um eitt álop rakar? Fá greiðu á KT-trygdini hjá tykkum Hjá Nema veita vit umfatandi KT-trygdarkanningar til bæði smáar og stórar fyritøkur og stovnar. Vit kanna KT-umhvørvið, finna møguligar veikleikar og geva tykkum eina greiða mynd av trygdarstøðuni og hvar tørvur er á ábótum. Harumframt hava vit tikið eina nýggja, framkomna trygdarloysn í nýtslu, sum sameinir vitlíki, sjálvvirkandi hóttanargreining og eftirlit frá trygdarserfrøðingum alt samdøgrið. Loysnin ger tað møguligt at uppdaga og handfara hóttanir skjótari og harvið minka um vandan fyri álvarsligum skaða. Útfyll teigarnar niðanfyri og hoyrið meira um, hvussu vit kunnu hjálpa tykkum at styrkja KT-trygdina. Nema Tíð í nýggjari útgávu Nema Tíð hevur fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði, betri hentleikum og einari nýggjari app til fartelefonir og teldlar. Skipanin er eisini flutt á netið, so nú ber til at skráseta arbeiðstíð og umsita skrásetingar beinleiðis í kaganum. Nýggja útgávan verður latin kundunum stigvíst, og vit seta okkum í samband við tykkum, tá ið túrurin kemur til tykkara. Tit skulu sostatt ikki gera nakað sjálvi í løtuni. Ynskja tit at hoyra nærri um Nema Tíð? Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast tilber. Dagføringarnar hesaferð Umframt nýggja sniðið eru fleiri hentleikar mentir og dagførdir: GeofencingÁsetið, hvar starvsfólk kunnu skráseta arbeiðstíð, t.d. á ávísum arbeiðsstøðum. Dagførdar lønarkoyringarFleiri møguleikar og betri amboð til lønarumsiting. Betri stýring av framtíðarstemplingumStørri tamarhald og fleiri møguleikar at stýra skrásetingunum. Meira upplýsandi toymisyvirlitBetri yvirlit yvir skrásettar tímar, broytingar og hvør hevur gjørt tær. Nýtt yvirlit yvir teljarastøðurDagført snið og betri handfaring av feriutímum. Trygd og tøkni eru dagførdUmfatandi trygdar- og tøkniligar dagføringar styrkja grundvøllin undir skipanini og eru ein týðandi partur av nýggju útgávuni av Nema Tíð. Nema Starv Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá einari fyritøku, og tí er umráðandi at hava góð og álítandi amboð til starvsfólkaumsitingina. Tað er júst her, Nema Starv kemur inn í myndina. Nema Starv er ein HR-skipan, sum savnar alla starvsfólkaumsiting á einum stað. Her kunnu tit halda skil á øllum frá setanarsáttmálum, fráveru og starvsfólkaupplýsingum til førleikar, skeið, útgerð og starvsfólkasamrøður. Við øllum upplýsingum savnaðum á einum stað verður lættari at halda yvirlit, fylgja upp og tryggja, at einki verður gloymt. Tað sparir tíð í umsitingini og gevur betri umstøður at taka sær av tí, sum hevur størstan týdning – starvsfólkunum. Eitt nýtt stig innan starvsfólkaumsiting Við Nema Starv bjóða vit nú eina nýggja og sjálvstøðuga HR-skipan, sum savnar alla starvsfólkaumsiting á einum stað. Skipanin er ment við denti á at vera løtt at brúka, geva gott yvirlit og gera starvsfólkaumsitingina einfaldari. Nema Starv kann brúkast sum ein sjálvstøðug loysn, uttan at tit hava Nema Løn ella Nema Tíð. Samstundis kann hon knýtast at hinum skipanunum hjá Nema, so upplýsingar verða dagførdar og samskipaðar tvørtur um skipanirnar. Eru tit forvitin eftir at hoyra meira um Nema Starv? Fyllið út teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast til ber. Sertilboð til tykkara Tilboðini eru galdandi so leingi vørurnar eru á goymslu. Onnur tíðindi frá Nema