Samfelagstilvit
Við ágrýtni og greiðum málum, hevur Nema arbeitt umhvørvið inn í gerandisdagin og gjørt ESG frágreiðing og mannagongdir, ið skulu tryggja góðan og sunnan umhvørvisligan atburð.
Grønar teldur
Elektroniskt burturkast er ein alsamt vaksandi altjóða trupulleiki, og sum ein av føroya størstu veitarum av alskyns kt-útgerð, kenna vit tað sum okkara ábyrgd at tryggja, at so nógv sum gjørligt verður endurnýtt og burturbeint á rættan hátt.
Tí ber til at lata tín brúkta elektronikk inn til Nema handlarnar, og so syrgja vit fyri, at tað verður burturbeint rætt.
Nema samstarvar við Foxway, sum er ein altjóða fyritøka, ið er serkøn innan burturbeining og at endurnýggja teldur, telefonir og annað. Umframt at burturbeina og endurnýggja vørur tryggjar hetta samstarvið eisini, at allar dátur verða burturbeindar á rættan og tryggan hátt. Hetta er eitt samstarv, ið vit bjóða okkara vinnukundum at fáa ágóðan av, tá teir skulu av við gomul tól. Harafturat njóða vit 3 ára garanti upp á allar vørur, ið vit selja til vinnuna.

Grønir bilar
Nema er virkið kring landið, tá ið tað snýr seg um viðskiftafólk, farnet, breiðband og ymisku deildirnar. Til tess at minka um útlátið nýta vit framkomnar tøkniloysnir sum Knatt, ið ger tað lættari at samskipa koyringina og vísir okkum á koyritørvin. Við hesum síggja vit skjótt, um tørvur er fyri einum bili afturat, ella um ein skal takast úr nýtslu.
Umframt nýggjastu tøknina er el-bilurin vorðin ein partur av okkara bilflota, og bensin- og dieselbilarnir verða skiftir út so hvørt við el. Í dag eru umleið 47% av øllum bilum hjá Nema el-riknir. Eingin bensin ella diesel bilur er keyptur síðan málini vórðu sett í 2022. Allir bilar, ið eru skiftir út seinastu árini, eru skiftir út við el-bilar.
Harafturat hevur Nema gjørt íløgu í el-løðistøðum uttanfyri kontrórið á Smyrilsvegi í Havn. Hetta ger tað meira ómakaleyst hjá okkara starvsfólkum at løða bæði persónligu bilarnar og arbeiðsbilarnar.

Grønt burturkast
Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið – og stuðlar einum burðardyggum samfelagi.
Í samband við Umhvørvisvikuna í Vestmanna kommunu løgdu vit dent á burturbeining av elektronikki. Tí høvdu vit ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum í Vestmanna. Við okkum høvdu vit ein knúsara til harðdiskar, ið tryggjar, at dátur og elektronikkur verða burturbeindar rætt. Hetta er eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kommununu.
Orsaka av góðu undirtøkuni í Vestmanna hava vit gjørt av at geva okkara kundum sama møguleika. Hvønn dag ber til at koma inn í Nema handilin í Havn fyri at burturbeina elektronikk á rættan hátt og tann fyrsta mánadagin í hvørjum mánaða er møguligt at fáa knúst harðdiskin á staðnum. Harðdisk knúsarin tryggjar, at allar dátur verða oyðilagdar.

Grønt pappír
Vit seta høg krøv til okkara veitarar og fara eftir dygdini. Alsamt fleiri av okkara veitarum hava í dag umhvørvisstempul av ymiskum slag og kunnu veita trygd fyri, at teirra undirveitarar framleiða eftir ávísum umhvørviskrøvum.
Nakrir av okkara størstu veitarum eru Dell, Microsoft, Apple og Canon. Tað, ið allar fyritøkurnar, hava í felag er, at tær eru ISO 14001-góðkendar, hava vørur við energy star orkumerkinum og Epeat, hava endurnýtsluátøk, brúka umhvørvisvinarligt tilfar og hava ESG-frágreiðingar. Harumframt seta fyritøkurnar sær mál um at minka um CO₂-fótasporið og fremja burðardygga nýskapan.
Á kontórum okkara nýta vit kopipappír, ið hevur Eco Lable, Emas og FSC-góðkenningar. Umframt hetta nýta vit Recycled Classic kopipappír, ið eisini hevur fleiri umhvørvisgóðkenningar.
Haraftur verður dentur lagdur á, at vit í størsta mun keypa vøru, ið ikki hevur óneyðugt pakkitilfar.
Fyri góðum 6 árum síðan valdu vit at framleiða Nemakalendaran úr pappíri, sum hevur svanamerkið.

Grøna gávubrævið
Grøna Gávubrævið er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.
Allir peningurin, ið kemur inn í gjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum í handlum okkara, verður latin til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.


Vinn einar Airpods Pro 3
Hvønn film, ið kemur út í 2026, hevði tú viljað sæð? Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Februar 2026
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum – hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar. Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!