Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema søkir eftir sølulærlingi

Ynskir tú at mennast og gerast stinnari innan sølu og kundarøkt?
Nema søkir eftir sølulærlingi til handil okkara í Havn. Kom við og verð partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Útbúgvingin sum sølufólk tekur á leið 2 ár. Tú kann lesa meir um søluútbúgvingina á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum. 

STARVIÐ
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvar aðrar spennandi uppgávur.  

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri, kunnu eisini væntast.

UM TEG

  • Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin. 
  • Tú ert fyrikomandi og málsøkin 
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi
  • Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga
  • Tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.

VIT BJÓÐA

  • Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi
  •  Møguleikan fyri at menna teg persónliga og fakliga 
  • Møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin
  • Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar
  • Eina rúgvu av starvsfólkaágóðum 
  • Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

NEMA
Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum.

FORVITIN?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við handilsleiðara, Sigurð J. Simonsen á tel. 502047 ella á sjs@nema.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august 2025.

Livandi Varmakelda á 2 fyri 1

Nema eru stuðlar til tónleikatiltakið, Livandi Varmakelda, ið verður tann 4. juli í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Nú hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við 2 fyri 1 appini hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 395 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. juli kl 10. Ynskir tú at ogna tær 2 fyri 1 atgongumerki, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um tiltakið ​Livandi Varmakelda er eitt tónleikatiltak í Fuglafirði, sum sá ljósið fyri fyrstu ferð á Varmakeldu tann 5. juli í 2025. Hetta er sostatt næstu ferð Livandi Varmakelda verður á skránni. Í ár verður tónleikatiltakið leygarkvøldið tann 4. juli í Mentanarhúsinum og avdúkingar av bólkum, sum skulu framføra, koma leypandi. Vit kunnu tó avdúka longu nú, at hetta verður eitt ordans veitslukvøld, har øll kunnu luttaka og hugna sær saman við festliga tónleikinum! Nøvnini, ið eru avdúkað eru: Faroe 5, Anfinn og Co. og RSP Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Onnur tilboð

Umhvørvisvika í Vestmanna

Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil

We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin

We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin


Fleiri greinar