Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m.
Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka.

Farnet til tín tørv
Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her.
Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka.
Data fleks
Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin.
Mánaðargjald: 25 kr
Um nýtsla er: 20 kr pr./dag
Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’.
Hvat Farnet skal eg velja?
- Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking.
- 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt.
- 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar.
Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða?
Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.
Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.
Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.
Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn.
Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum.
Les meir um Farnet frá Nema
Onnur tíðindi
Protected: Tíðindaskriv til vinnuna
Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð hava vit fleiri tíðindi at bera tykkum. Vit hava víðkað virksemið til Grønlands og styrkt okkara støðu á grønlendska marknaðinum. Samstundis hevur Nema Tíð fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði og betri hentleikum, sum gera tíðarskráseting og umsiting einfaldari. Og sum siður er við vinnutíðindaskrivunum, so hava vit nøkur góð tilboð upp á KT-útgerð til tykkara. Les meira um nýggjastu tíðindini, dagføringarnar og tilboðini niðanfyri. Nema Business í Grønlandi Vit hava styrkt okkara virksemi í Grønlandi og eru farin undir eitt nýtt kapittul í samstarvi við Arctic Print Solutions. Í hesum samstarvi bjóða vit grønlendskum fyritøkum og stovnum okkara føroyskt mentu skipanir innan bókhald, løn, tíðarskráseting, starvsfólkaumsiting, journaliseting og workflow. Við royndum frá bæði føroyska og grønlendska marknaðinum vilja vit gera tað lættari hjá fyritøkum at savna sínar umsitingarligu uppgávur í skipanum, sum arbeiða saman. Sum liður í víðkaða virkseminum verður Heini Hansen vinnukundaráðgevi við ábyrgd av grønlendska marknaðinum. Heini hevur í fleiri ár arbeitt við okkara skipanum og veitt kundum sum Royal Greenland og Nuuk Transport hjálp og ráðgeving. Hann kennir tí væl bæði kundarnar og teirra tørv og fær nú ein týðandi leiklut í at menna samstarvið við verandi og nýggjar kundar í Grønlandi. Les meira um Nema Business her Nema Tíð í nýggjum hami Nema Tíð hevur fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði, betri hentleikum og einari nýggjari app til fartelefonir og teldlar. Skipanin er eisini flutt á netið, so nú ber til at skráseta arbeiðstíð og umsita skrásetingar beinleiðis í kaganum. Nýggja útgávan verður latin kundunum stigvíst, og vit seta okkum í samband við tykkum, tá ið túrurin kemur til tykkara. Tit skulu sostatt ikki gera nakað sjálvi í løtuni. Ynskja tit at hoyra nærri um Nema Tíð? Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast tilber. Alt tað nýggja og dagførda í Nema Tíð hesaferð Umframt nýggja sniðið eru fleiri hentleikar mentir og dagførdir: GeofencingÁsetið, hvar starvsfólk kunnu skráseta arbeiðstíð, t.d. á ávísum arbeiðsstøðum. Dagførdar lønarkoyringarFleiri møguleikar og betri amboð til lønarumsiting. Betri stýring av framtíðarstemplingumStørri tamarhald og fleiri møguleikar at stýra skrásetingunum. Meira upplýsandi toymisyvirlitBetri yvirlit yvir skrásettar tímar, broytingar og hvør hevur gjørt tær. Nýtt yvirlit yvir teljarastøðurDagført snið og betri handfaring av feriutímum. Trygd og tøkni eru dagførdUmfatandi trygdar- og tøkniligar dagføringar styrkja grundvøllin undir skipanini og eru ein týðandi partur av nýggju útgávuni av Nema Tíð. Sertilboð til tykkara Tilboðini eru galdandi so leingi vørurnar eru á goymslu. Onnur tíðindi frá Nema
Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir
Brennir tú fyri góðari kundatænastu og ráðgeving innan fíggjarstýring, lønar- og starvsfólkaumsiting? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkunum í Føroyum? So kann tað vera júst tær, ið vit leita eftir. Um starvið Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum. Sum ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í Føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit leita eftir tær sum: Brennir fyri ráðgeving, tøkni og góðari kundatænastu Hevur áhuga fyri KT og talgildum skipanum Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskifta Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan fyrisiting og/ella umsiting Tað er ein fyrimunir, um tú hevur royndir við at brúka skipanirnar hjá Nema. Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum. Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja. Vit bjóða tær: Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Møguleika fyri persónligari og fakligari menning Møguleikan at seta tín dám á menningina av skipanunum hjá Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan menning, support og sølu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Góðan fleksibilitet og eina rúgvu av starvsfólkaágóðum Eitt fulltíðarstarv og løn eftir avtalu. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Starvsplássið verður á deildini hjá Nema í Klaksvík, men møguleiki er fyri at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði. Umsókn og freist Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Toftum Luid, menningarstjóra, á teldupost jtl@nema.fo. Umsókn og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Søk starvið her
Fra 37 fabrikker til én pålidelig tidsregistrering
Vi havde brug for en tidsregistreringsløsning, der kunne fungere på tværs af alle vores 37 fabrikker og samtidig skabe en god sammenhæng mellem medarbejdernes registreringer, driften og lønadministrationen. Sammen med Nema har vi fået en løsning, der fungerer i praksis og giver os et solidt grundlag for både den daglige drift og administrationen. Det har gjort tidsregistreringen enkel for medarbejderne og givet os et langt bedre overblik. Vi havde behov for en ny tidsregistreringsløsning på alle vores 37 fabrikker. En løsning, der var enkel at rulle ud, og som medarbejderne kunne bruge uden besvær fra dag ét. Samtidig skulle registreringerne være pålidelige nok til at bruge to steder: til den daglige styring af driften på fabrikkerne, og som grundlag for lønkørslen. Sammen med Nema fik vi en løsning, der var hurtig at implementere på tværs af fabrikkerne. Medarbejderne kan stemple ind og ud på to forskellige stemplestationer. Den ene er en RFID-station, som er forudindstillet til en bestemt arbejdsopgave, fx pakning af fisk. Den anden er en tablet, hvor medarbejderne selv vælger på skærmen, hvilket job de stempler ind på. Den enkle opsætning kræver ingen uddannelse for medarbejderne, og de kunne straks begynde at stemple ind og ud. Registreringerne går nu direkte videre til både driftsstyring og lønkørsel, uden at vi skal bruge tid på at kvalitetssikre data manuelt bagefter. Vi har fået fuldt overblik over, hvor mange timer der bliver brugt på de forskellige fabrikker, med god rapportering og integration til lønsystemet. Resultatet er en tidsregistrering, vi kan stole på, og som gør hverdagen lettere, både for medarbejderne på fabrikken og for administrationen. Vi er meget glade for løsningen og samarbejdet med Nema. Jan H. EgedeProjektleder, Royal Greenland
Sådan har Nema samlet vores administration ét sted
Vi havde behov for at optimere administrationen af tidsregistrering, lønkørsel og medarbejderkøb i kantinen. Sammen med Nema fik vi en samlet løsning, hvor tidsregistrering, løn, økonomi, POS og fakturagodkendelse hænger sammen, så vi slipper for manuelt dobbeltarbejde. Resultatet er en hverdag, der er enklere, mere effektiv og mere overskuelig. Vi er meget glade for løsningen og samarbejdet med Nema. Vi kørte på det ældre system C5 og havde behov for at optimere administrationen af tidsregistrering, lønkørsel og medarbejderkøb i kantinen. Det var vigtigt for os, at det skulle være enkelt for medarbejderne at stemple ind og ud. Tidsregistreringen skulle både kunne bruges som grundlag for lønkørsel og for fakturering af tidsforbrug. Samtidig ønskede vi, at systemet automatisk kunne håndtere medarbejderkøb i kantinen og trække dem i lønkørslen — det hele via det samme medarbejderkort, som medarbejderne bruger til at stemple ind og ud med. Sammen med Nema fik vi en samlet løsning, hvor tidsregistrering, løn, økonomi, POS og fakturagodkendelse hænger sammen. Timerne fra fx losning i havnen går direkte videre til både lønkørsel og fakturering af trawlerne, og kantinekøbene trækkes automatisk i lønkørslen, uden manuelt dobbeltarbejde. Når leverandørfakturaer skal godkendes i fakturagodkendelsessystemet, kan vi samtidig vælge, hvilken sag eller hvilket projekt, udgifterne skal hægtes på. Løsningen har gjort vores hverdag enklere, mere effektiv og mere overskuelig. Vi bruger mindre tid på administration og mere tid på det, der skaber værdi for vores forretning. Vi er meget glade for løsningen, og vi er ikke færdige – løsningen udvikler vi fortsat sammen med Nema. Niclas NiclasenDirektør, Nuuk Transport




