
Nema bjóðar til hugna í Kafé Fríðu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Kafe Fríða til eina hugnaliga løtu í Kafé Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Kafé Fríða vísir FMA á stórskíggja.
Vit bjóða bobblir og brellbitar. Guðrið Hansdóttir kemur at spæla nøkur løg og fleiri góð 2 fyri 1 tilboð vera í barrini.
Skráin fyri kvøldið
Kl. 18.30 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar
Kl. 19.00 Guðrið Hansdóttir framførir
Kl. 19.30 Tey, ið hava atgongumerki til FMA fara yvir í Varpið
kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja
Barrin er opin alt kvøldið og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð.

Fylg við á sosialum miðlum
So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum.
Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð
Fleiri greinar