Nú er Hotel Runavík vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Hvønn mánadag til mikudag kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í hugnaligu matstovuna á hotellinum. Tú kanst keypa ein lekkran morgunmatarplatt og fáa ein ókeypis. Tú fært bæði kaffi og djús við í prísinum. Tilboðið er galdandi millum kl. 10.00-13.00, so tú bæði kann njóta ein seinan morgunmat ella miðmálan á Hotel Runavík.
Um Hotel Runavík
Hotel Runavík er 3-stjørna hotell við 23 kømrum og sera góðum atkomuviðurskiftum. Eitt heimligt og hugnaligt hotell mitt í meginøkinum við útsýni yvir allan Skálafjørðin. Hotellið liggur tætt við havnarlagið, fjølbroyttu handlarnar og Eysturoyartunnilin, ið knýtir Skálafjørðin og Havnina saman. Eisini er sera vakra náttúruøkið kring Toftavatn nærhendis.










