Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema eru tilnevnd Føroya Besta vørumerki

28. februar 2025 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum “Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk”.

Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis “Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun.”

Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki.

Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar.

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr. Alsamt fleiri verða rakt Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi.Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur á p-tølum, kortupplýsingum, teldupostbústøðum og loyniorðum til teldupost hjá nógvum føroyingum. Við hesum upplýsingum verða dyrnar latnar upp til nærum allar upplýsingar um ein persón, og tí ber eisini til at misnýta hesar upplýsingar til nógv ymisk brotsverk – bæði beinanvegin og seinni.  Øll kunnu verða lumpað Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar.“Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi út. Peningastovnar, tryggingarfeløg, Posta, Samleikin og aðrir myndugleikar biðja ongantíð sínar kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði,” sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.“Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin,” sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi. Steðga á – Hugsa teg um – Spyr Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar. Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit á navninum ella telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað. Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr. Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum. Ert tú í iva, set teg í samband við tín peningastovn. Nøkur dømi um, hvussu følsku SMS-boðini seinastu tíðina hava sæð út Følsku sms-boðini leiða aloftast brúkaran til eina falska heimasíðu, har biðið verður um ymiskar upplýsingar. Her eru tvey av fleiri dømum um, hvussu ektaðar og álítandi følsku heimasíðurnar kunnu síggja út:

Livandi Varmakelda á 2 fyri 1

Nema eru stuðlar til tónleikatiltakið, Livandi Varmakelda, ið verður tann 4. juli í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Nú hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við 2 fyri 1 appini hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 395 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. juli kl 10. Ynskir tú at ogna tær 2 fyri 1 atgongumerki, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um tiltakið ​Livandi Varmakelda er eitt tónleikatiltak í Fuglafirði, sum sá ljósið fyri fyrstu ferð á Varmakeldu tann 5. juli í 2025. Hetta er sostatt næstu ferð Livandi Varmakelda verður á skránni. Í ár verður tónleikatiltakið leygarkvøldið tann 4. juli í Mentanarhúsinum og avdúkingar av bólkum, sum skulu framføra, koma leypandi. Vit kunnu tó avdúka longu nú, at hetta verður eitt ordans veitslukvøld, har øll kunnu luttaka og hugna sær saman við festliga tónleikinum! Nøvnini, ið eru avdúkað eru: Faroe 5, Anfinn og Co. og RSP Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Onnur tilboð

Umhvørvisvika í Vestmanna

Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil

We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil


Fleiri greinar