Eftir góða undirtøku og afturboðanir, ynskja vit aftur at seta hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni. Vit byrja við trygdini á netinum, við serligum atliti til ein tann størsta vandan, ið vit eru útsett fyri, her í Føroyum. Í tráð við rúkandi menningina av AI (vitlíki), verður tað alsamt verri at gjøgnumskoða Phishing teldupostar.
SpearPhishing
Skapandi AI er økt sera nógv teir seinastu 16 mánaðirnar. 86% av KT-leiðarum vænta, at tað fer at spæla ein týðandi leiklut í framtíðini hjá fyritøkum (Salesforce). Áðrenn vit koma til 2026, kann 90% av online innihaldi vera KI-framleitt (Europol). Hendan skjóta menningin hevur stórar avbjóðingar við sær. Bæði fyri tey, ið verja seg í móti teldusníking og fyri tey, ið fremja teldusníking.

Síðan ChatGPT kom á marknaðin í 2022, er talið á illviljaðum teldupostum økt við 4151%.
Hóast framstig eru í tøkniligu menningini, mugu vit minnast til, eru tað starvsfólkini, ið eru tey mest útsettu og viðbreknu í eini fyritøku. Tann menniskjasligi parturin av teldusníking undirstrikar eisini tørvin á trygdartiltøkum.
Loyniorðsstuldur er tann mest nýtti atgonguhátturin hjá teldusníkum. Sambært frágreiðingini frá Verizon frá 2024, er talið á brúkarum, ið verða útsettir fyri phishing álopum, og sum trýsta á innbygdar leinkjur, øktur sera nógv. Miðaltíðin, fyri at trýsta á leinkjur eftir, at telduposturin er opnaður er 21 sekund og einans 28 sekund eftir hetta, hevur brúkarin tasta inn sínar upplýsingar. Loyniorðastuldur er ein stórur handil fyri teldusníkar, sum leita sær atgongd til gíslatøkuforrit, dátutjóvarí og intellektuellan ognarrætt. Tann størsti málbólkurin innan phishing er tann, ið fevnir um teldupostar, fartelefonir og sosialar miðlar. Síðan oktober í fjør er hesin hátturin fyri phishing øktur við 217%.
Kelda: https://slashnext.com/wp-content/uploads/2024/05/SlashNext-The-State-of-Phishing-24-Midyear-Report.pdf
Er KT-trygdin hjá tykkum í lagi?
Í dag er KT-trygd ein av høvuðsavbjóðingunum hjá fyritøkum. Eitt álop kann hava álvarsligar avleiðingar fyri virksemið, umdømið og fyri ta fíggjarligu støðuna hjá fyritøkuni.
Lat okkum umrøða tykkara tørv, og hvussu vit kunnu hjálpa við tykkara KT-trygd.
Hví Netløn?
Netløn ger tað lætt og skjótt at avgreiða lønarviðurskifti – alt á netinum. Tú kanst m.a. gera lønarseðlar, skráseta starvsfólk og samstundis tryggja tær og tínum starvsfólkum, at lønarseðlar, útgjøld og frádráttir eru rættir.
Netløn er serliga ætlað smærri fyritøkum, ið vilja hava eina bíligari og einfaldari loysn. Eisini eru tað alsamt fleiri ítottarfeløg, ið velja Netløn til at løna venjarum, leikarum og øðrum.

Nýggir hentleikar eru ávegis
Nýtt í Netløn
- Síggj samlaðu lønina
í starvsfólkayvirlitinum fyri betri yvirlit - Broyta formin frá stovning
meiri fleksibilitet í tilrættilegging - Stabbamyndin kann nú vísa fleiri ár greiðari innlit yvir lønargongdini
Betrað og endurskoðað
- Lættari stovning av starvsfólki
skjótari og greiðari mannagongd - Kladdu-funkan er dagførd
tryggja tær, at einki verður gloymt - Summeringar í lønarflytingar-yvirlitinum eru nú greiðari
Vit hava gjørt Netløn enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera lønarumsitingina skjótari og lættari. Hesi tiltøk tryggja, at tú fært eina smidligari og brúkaravinarliga Netløn uppliving.
Sertilboð
Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur.
Set teg í samband við okkum
Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari
Jakup Eydnugarð
Vinnukundaráðgevi
Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.
Annað nýtt frá Nema
Nema á Biskupstorginum
Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað á somu hædd, so vinnukundar lættliga kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni góða tænastu og ráðgeving. Samstundis er tað týdningarmikið fyri okkum, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi, og ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Nú vit hava verið á Biskupstorginum í nakrar vikur, eru vit komin væl upp á pláss í nýggju hølunum. Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna og vilja takka øllum, sum longu hava verið framvið. Vit síggja fram til nógvar góðar løtur og prát við bæði kend og nýggj andlit á Biskupstorginum.
Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum
Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so hann í størri mun lagar seg eftir tørvinum hjá einstøku fyritøkuni. Í staðin fyri at velja millum ymiskar pakkar, gjalda tit nú eftir talinum á starvsfólkum. Samstundis hava vit lækkað byrjunarprísin, so gáttin at koma í gongd er vorðin lægri. Tað merkir, at tit kunnu byrja í smáum og lata loysnina vaksa saman við fyritøkuni. Alt hongur saman Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv hjálpa hvør á sín hátt við at gera umsitingina av starvsfólkum einfaldari. Nema Tíð gevur yvirlit yvir arbeiðstíð, fráveru og skrásetingar. Nema Løn ger lønarkoyringina einfalda og hjálpir tykkum at hava tamarhald á lønarumsitingini. Nema Starv savnar viðkomandi upplýsingar og skjøl um starvsfólk á einum stað, og gevur eitt betri yvirlit yvir starvsfólkaumsitingina. Skipanirnar kunnu samskifta sínámillum og brúka upplýsingar frá hvørji aðrari. Tað merkir minni dupultarbeiði, færri skrásetingar og ein smidligari umsiting. Tit kunnu brúka skipanirnar hvør sær ella knýta tær saman, og harvið fáa enn meira burturúr teimum. Ein einfaldari prísbygnaður Við nýggja prísbygnaðinum verður lættari hjá bæði smáum og stórum fyritøkum at fáa eina loysn, sum hóskar til teirra tørv. Tit gjalda eftir talinum á starvsfólkum og kunnu byggja uppá, so hvørt tørvurin broytist. Eru tit forvitin eftir, hvussu nýggi prísbygnaðurin kann síggja út hjá tykkara fyritøku? Setið tykkum í samband við okkum á vd@nema.fo ella á tlf. 202020, so finna vit saman røttu loysnina.
Nema søkir eftir handilssamskipara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá Nema ert tú við til at tryggja, at gerandisdagurin í handlunum koyrir væl, at vørurnar eru á røttum stað, og at kundarnir altíð fáa eina góða uppliving. Tú verður eisini eitt týðandi bindilið millum handlarnar og aðrar deildir hjá Nema. Við starvinum kemur tú eisini at samskipa søluátøk, nethandilin og annað, sum skal spæla saman. Tú kemur at Samskipa og taka lut í dagliga rakstrinum av handlinum í Havn, har arbeiðstíðin er kl. 09.30–17.30 Hava yvirlit yvir vørur, prísir, bíleggingar og søluátøk Ganga á odda í søluni, og vera við til at tryggja eitt høgt tænastustøði Samskipa uppgávur og samstarvið millum starvsfólkini í handlunum Tryggja at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi Samskipa nethandilin og syrgja fyri, at vørur, prísir og tilboð eru dagførd Vera bindilið millum handlarnar og viðkomandi deildir hjá Nema Vera við til at menna handlarnar og kundaupplivingina. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu og góðari kundatænastu Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Dugir væl at samstarva, og at fáa ymiskar uppgávur og fólk at spæla saman Hevur eyga fyri bæði smálutum og heildini og sær, hvar okkurt kann gerast betri Hevur viðkomandi royndir innan handil, kundatænastu ella sølu, men rætti hugburðurin og viljin at læra hava nógv at siga Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum Møguleikan at seta tín dám á, hvussu kundarnir uppliva Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan m.a. marknaðarførslu, innkeyp, sølu og kundatænastu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil og søla: Dagligur rakstur, vørur, prísir, søluátøk og kundatænasta Samskipan: Yvirlit, uppgávur og samstarv millum handlarnar og aðrar deildir Nethandil: Vørur, tilboð og dagføringar, umframt at tryggja, at handil og nethandil hanga væl saman Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Forvitin? So ring ella skriva til Sigurð J. Simonsen, søluleiðara, á tlf. 502047 ella á sjs@nema.fo Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. September 2026 Søk starvið her Onnur tíðindi
Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr. Alsamt fleiri verða rakt Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi.Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur á p-tølum, kortupplýsingum, teldupostbústøðum og loyniorðum til teldupost hjá nógvum føroyingum. Við hesum upplýsingum verða dyrnar latnar upp til nærum allar upplýsingar um ein persón, og tí ber eisini til at misnýta hesar upplýsingar til nógv ymisk brotsverk – bæði beinanvegin og seinni. Øll kunnu verða lumpað Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar.“Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi út. Peningastovnar, tryggingarfeløg, Posta, Samleikin og aðrir myndugleikar biðja ongantíð sínar kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði,” sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.“Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin,” sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi. Steðga á – Hugsa teg um – Spyr Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar. Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit á navninum ella telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað. Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr. Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum. Ert tú í iva, set teg í samband við tín peningastovn. Nøkur dømi um, hvussu følsku SMS-boðini seinastu tíðina hava sæð út Følsku sms-boðini leiða aloftast brúkaran til eina falska heimasíðu, har biðið verður um ymiskar upplýsingar. Her eru tvey av fleiri dømum um, hvussu ektaðar og álítandi følsku heimasíðurnar kunnu síggja út:




