
Sølufólk til okkara vinnutoymi
Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið.
Fremsta uppgávan hjá tær verður:
- Søla av KT útgerð til vinnukundar
Men eisini:
- Søla av samskiftis- og KT loysnum
- Røkt av kundum
- Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast
Vit vænta tí, at tú:
- Hevur skil fyri KT
- Hevur høgt tempo og ert fleksibul
- Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt
- Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi
Afturfyri bjóða vit:
- Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv
- Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum
- Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning
- Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
Um Nema:
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir:
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80.
Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur
Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir
STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna
Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Evropa+ pakkanum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Evropa+ pakkunum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi
Fleiri greinar