Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Upplatingartíðir á jólum

Soleiðis hava handlarnir hjá Nema opið á jólum 1. – 16. desember: Opið sum vanligt 17. – 20. desember: Opið frá kl. 10 – 20 21. desember: Opið frá kl. 14 – 20 22. desember: Opið frá kl. 10 – 20 23. desember: Opið frá kl. 10 – 20 24.- 26. desember: Stongt 27. desember: Opið frá kl. 12 – 16 28. – 30. desember: Opið sum vanligt 31. desember & 1 januar: Stongt Tíðindi frá Nema

Nema søkir eftir DevOps mennara

Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Um starvið Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við toymið innan infrakervið, forritan og produktmenning fyri at levera automatión, tekniskan stuðul og infrakervis-serkunnleika.  Tín uppgáva er at menna, stýra og optimera Azure umhvørvið hjá Nema og egin hýstu Kubernetes klustrini, samstundis sum tú tryggjar sporføri (logging) og eftirlit (monitoring), sum stuðla krøvum til compliance og trygd.  Við at varðveita høg tryggleikakrøv og optimera arbeiðsgongdir, verður tú við at menna eitt sterkt undirstøði, bæði fyri trygdardrivnan rakstur og nýhugsandi vørumenning.  Tínar fremstu uppgávur vera Infrakervi og rakstur  Menna og viðlíkahalda Azure-grundarlagið hjá Nema  Menna og viðlíkahalda Kubernetes klustrini  Automatisera deployment arbeiðsgongdirnar fyri at økja um effektivitet og álítandi rakstur  Tryggja høgan tøkleika (high availability) og góða veiting í øllum produktiónsumhvørvum  Kanna og innføra nýggjar mannagongdir til hýsingar umhvørvið fyri at tryggja framtíðar viðlíkahald og møguleika at skalera Logging, monitoring og compliance  Innføra, viðlíkahalda og betra um logging- og monitoring-loysnir, so fult gjøgnumskygni er í skipanunum  Trygd og álítandi rakstur  Áhaldandi menna trygdarkarmarnar fyri infrakervi, deploy-mannagongdir og dagligan rakstur  Fylgja við, finna og loysa veikleikar (vulnerabilities) í umhvørvum okkara  Tvørfakligt samstarv  Samstarva tætt við menningar-, infrakervis-, og produkt toymið fyri at tryggja ómaksleysar sleppingar og samsvar við infrakervið  Geva vegleiðing um best practice innan infrakervi og arkitekturval Luttaka í planlegging og samskipan sum infrakervis- og DevOps-serfrøðingur. Vit vænta tí, at tú Hevur próvførdar royndir sum DevOps-mennari, við kunnleika til Azure og Kubernetes  Hevur roydnir innan CI/CD-pipelines Er kendur við logging-, monitoring- og observability-plattformum Hevur framúr samstarvsevni tvørfakligt – bæði við teknisk og ikki-teknisk toymi  Hevur konstruktivan, analytiskan og trupulleikaloysandi hugsunarhátt við denti á álítandi rakstur og compliance. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd  Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning   Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt  At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri.  Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður í Nema deildini í Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá og eisini er møguleiki at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Løn verður sambært avtalu. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid, á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026. Søk starvið

Nema søkir eftir forritarum

Vit leita eftir forritarum at gerast partur av mennara toyminum á Nema og eftir einum/einari, ið vil geva sítt íkast til menningina av vinnuloysnunum hjá Nema. Sum partur av okkara menningartoymi, fert tú at hava ein avgerandi leiklut í at sniðgeva, innføra og viðlíkahalda okkara loysnir til føroysku vinnuna og kundar okkara.  Tínar fremstu uppgávur vera Software menning: At sniðgeva og menna skalerbarar bakend-tænastur við .NET Core, C# og ASP.NET. Harafturat frontend-menning við Angular  Samstarv: At arbeiða tætt saman við tvørfakligum toymum fyri at levera dygdargóðar softwareloysnir   Optimering og góðsking:  At Áhaldandi optimera skipanaravrik(performance), skalerbarleika og rakstur.  Vit vænta tí, at tú Trygd & compliance: Kann tryggja, at dátur verða handfarnar trygt, í tráð við galdandi reglur og bestu praksis innan ritbúnaðarmenning.  Dátugrunnskunnleiki:  Hevur eina sterka fatan av MS SQL Server og Entity Framework til at sniðgeva og stýra torgreiddum dátumodellum.  Skýggj & DevOps: Hevur hands-on royndir við Azure DevOps, CI/CD-pipelinum og containerization (Docker), sum tryggja effektivar og automatiseraðar dagføringar.  Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd  Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning   Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt  At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri.  Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Vit hava tørv á forritarum bæði í Tórshavn og Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá. Løn verður sambært avtalt. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga senda okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026. Søk starvið

Vaflur á Katrinu og Mandlurís í Kaspar á 2 fyri 1

Jólagleðin er longu byrjað á 2 fyri 1 appini, og aftur í ár hava Katrina Christiansen og Kafé Kaspar góð jólatilboð til tykkum. Nú kanst tú seta dám á jólini við góðum løtum saman við teimum, tú ert góður við og sjálvandi spara eina rúgvu. Vaflur við rabarbusúltutoy og róma Jólakaféin hjá Katrinu Christiansen er latin upp, og nú kanst tú bjóða onkrum, tær dámar, oman í hugnaligu matstovuna í hjartanum í Havn. Við 2 fyri 1 appini, fært tú fáa dupult so nógvar vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og róma fyri sama prís. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag frá kl. 14.00 – 16.30. Mandlurís frá Kafe Kaspar Jólini nærkast og longu nú kanst tú fáa 2 fyri 1 Mandlurís í Kafé Kaspar. Mandlurís er reinur jólahugni í eini skál. Bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í Kaspar til eina skál av Mandlurís og kom í jólahýr longu nú. Tilboðið er galdandi allar dagar í vikuni frá kl. 11 – 21. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð