Loysnir til fundarhølið
Í dag er tað einfalt at halda videofundir, og við okkara loysnum er tað eisini snilt og trygt. Vit hava eitt stórt úrval av góðskuvørum, sum eisini eru sera snøggar, til ein kappingarføran prís.
Fyll teigarnar út niðanfyri, og vit seta okkum í samband við tykkum viðvíkjandi bestu loysn til tykkara tørv.

Bílegg á nethandlinum
Flestu KT-vørurnar eru á okkara nethandli. Tað er skjótt og lætt at bíleggja, og øll fáa ókeypis útkoyring við keypi yvir 500 kr.

Servarar, storage og backup-loysnir
Umframt vanligu kontórútgerðina, so veita vit hópin av serloysnum til bæði stórt og minni virksemið, so sum:
- Servara, storage og -netloysnir
- Ástaðis ella í hýsing
- Rackskáp, stór og smá
- Back-up skipanir til dátur og drift (UPS’ar)
- Firewall og trygd
- Netverk, tráðað og tráðleys
Okkara fólk hava serkøna vitan og hollar royndir innan alt slíkt. Vit vegleiða fegin og hjálpa tær við at finna røttu serloysnina til tín.

Prent og kopi
Rætta prentloysnin kann spara einari fyritøku nógvar pengar í longdini. Vit hava drúgvar royndir við sølu, viðlíkahaldi og umvæling av kopimaskinum. Okkara tøkningar eru útlærdir og altíð kunnaðir um nýggjastu tøknina.

Útvaldar vørur
Vit hjálpa tær við øllum
Hardware, software og tryggja, at tú hevur samband við umheimin
