
Undan frumsýning av How To Train Your Dragon
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av filmsútgávuni av, How to train your dragon, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 9. juni kl. 17.00. Vit rulla reyða leyparin út og fara eisini at goyma 10 gávupakkar frá Havnar bio undir 10 ymiskum stólum til sýningina.
Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn.
Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin.
Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Tað ber ikki til at leggja atgongumerkir av. Talan er um først til mølle. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.
How to train your dragon
Filmurin, How To Train Your Dragon, er upprunaliga ein animatiónsfilmur, ið byggir á barnabóksrøðina eftir Cressida Cowell. Dreamworks hevur útgivið tríggjar animatiónsfilmar úr røðini, og tann fyrsti var longu givin út í 2010. How To Train Your Dragon filmarnir hava fingið ótrúliga gott ummæli og eru millum best umtóktu animatiónsfilmarnir í heiminum. Nú er tíðin komin til eina filmsútgávu, og hendan er partvíst upptikin í Føroyum.
Søgugongdin fylgir einum ungum víkingi, Hiccup, sum býr í bygdini Berk, har fólk kríggjast við drekar. Hiccup er ikki sum hinir víkingarnir, ið kríggjast við drekar, men Hiccup er ístaðin snildur og megnar at fanga ein sera sjáldsaman dreka, ið hann kallar Toothless.
Í staðin fyri at drepa drekan, sum er siðurin í bygdini, velur hann at læra meir um drekan og teir báðir gerast vinmenn. Hetta broytir lívið hjá teimum báðum – og broytir eisini sjónarmiðið í allari bygdini um, hvussu drekar veruliga eru.
Sí forfilmin her:

Tíðindabræv – mai
Telavox Vekslaraloysnin frá Nema Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar. Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv. Fyrimunir við Telavox Ringiregla: Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar. Smidlig uppsetan: Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt Fjølbroytt nýtsla: Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon Samvirkandi við aðrar Nema skipanir: Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox Flytført millum tól: Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri Løtt umsiting: Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika Fjølbroytt samskiftismøguleikar: Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt Bíðirøð við boðum: Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur Hagtøl og frágreiðingar: Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna Ynskir tú at hoyra meir um Telavox? Telavox gevur tykkara fyritøku eina nútímans og smidliga loysn, ið kann vaksa saman við fyritøkuni og tillaga seg tykkara tørv. Nema starv Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost. Dagføringar av Nema starv Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari. Nýtt í Nema Starv Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini. Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til. Betrað og endurskoðað Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið Nýtt snið og litir Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur Starvsaldur teljari, er betraður Les meira um Nema Starv Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema

Nema søkir eftir sølulærlingi
Ynskir tú at mennast og gerast stinnari innan sølu og kundarøkt?Nema søkir eftir sølulærlingi til handil okkara í Havn. Kom við og verð partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Útbúgvingin sum sølufólk tekur á leið 2 ár. Tú kann lesa meir um søluútbúgvingina á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum. STARVIÐTú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvar aðrar spennandi uppgávur. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri, kunnu eisini væntast. UM TEG Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin. Tú ert fyrikomandi og málsøkin Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga Tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum. VIT BJÓÐA Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi Møguleikan fyri at menna teg persónliga og fakliga Møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar Eina rúgvu av starvsfólkaágóðum Løn og setanartreytir sambært sáttmála. NEMAEr ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. FORVITIN?Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við handilsleiðara, Sigurð J. Simonsen á tel. 502047 ella á sjs@nema.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. juni. Søk starvið

Undan frumsýning av How To Train Your Dragon
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av filmsútgávuni av, How to train your dragon, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 9. juni kl. 17.00. Vit rulla reyða leyparin út og fara eisini at goyma 10 gávupakkar frá Havnar bio undir 10 ymiskum stólum til sýningina. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn. Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Tað ber ikki til at leggja atgongumerkir av. Talan er um først til mølle. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. How to train your dragonFilmurin, How To Train Your Dragon, er upprunaliga ein animatiónsfilmur, ið byggir á barnabóksrøðina eftir Cressida Cowell. Dreamworks hevur útgivið tríggjar animatiónsfilmar úr røðini, og tann fyrsti var longu givin út í 2010. How To Train Your Dragon filmarnir hava fingið ótrúliga gott ummæli og eru millum best umtóktu animatiónsfilmarnir í heiminum. Nú er tíðin komin til eina filmsútgávu, og hendan er partvíst upptikin í Føroyum. Søgugongdin fylgir einum ungum víkingi, Hiccup, sum býr í bygdini Berk, har fólk kríggjast við drekar. Hiccup er ikki sum hinir víkingarnir, ið kríggjast við drekar, men Hiccup er ístaðin snildur og megnar at fanga ein sera sjáldsaman dreka, ið hann kallar Toothless. Í staðin fyri at drepa drekan, sum er siðurin í bygdini, velur hann at læra meir um drekan og teir báðir gerast vinmenn. Hetta broytir lívið hjá teimum báðum – og broytir eisini sjónarmiðið í allari bygdini um, hvussu drekar veruliga eru. Sí forfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=22w7z_lT6YM

Nema og Elding í nýggjum vinnuligum samstarvi
Í gjár varð almannakunngjørt, at fyritøkurnar Nema og Elding hava gjørt avtalu um eitt nýtt vinnuligt samstarv. Hetta samstarvið gevur góðar møguleikar fyri báðar fyritøkurnar á føroyska marknaðinum, og er til gagns fyri kundarnar. Longu frá í dag, kunnu kundar stovna sær telefonhald frá Nema í Elding handlunum og harvið fáa avsláttur av øllum vørum í Elding. Søguligt gott samband millum fyritøkurnar Samstarvið er tó ikki óvæntað, tí Nema og Elding hava gjøgnum árini samstarvað sera væl. Samstarvið millum fyritøkurnar hevur altíð verið merkt av áliti og virðing, og hevur altíð verið til gagns fyri báðar partar. Vit seta altíð kundan í hásæti og ynskja at geva kundunum ta bestu upplivingina, og tað er hetta samstarvið við til at gera. Vit hava, í fleiri ár, havt eitt tætt og jaligt samstarv við Nema, hóast tað ikki hevur verið formaliserað áður. segði Mads A. Winther, stjóri í Elding. Eisini stjórin á Nema, Gudny Langgaard, leggur dent á kundatænastu og góða samstarvið við Elding Seinastu árini hava vit arbeitt við at betra um netið, og tað hava vit megnað. Eisini brúka vit nógva orku upp á at menna 2fyri1 appina, ið gevur okkara kundum ymsar ókeypis tænastur. Nú fara vit eitt fet víðari við einum sera spennandi samstarvi við Elding, ið heilt víst kemur kundunum til góðar. Samstarvið kemur í gildi beinanvegin, og longu nú fáa nýggir kundar ágóðan av hesum. Les meir um samstarvið Nema og Elding
Fleiri greinar