
Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna
Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her
Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.
Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50).
Tosa til og í útlandinum
Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Umheiminum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær.
Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað.
Sí hvørji lond eru við í Evropa og Umheiminum í listanum niðanfyri.
Áland
Belgia
Bulgaria
Danmark
Estland
Eysturríki
Finnland
Frakland
Fronsku Guiana
Grikkaland
Grønland
Guadalupe
Guernsey
Holland
Írland
Ísland
Italia
Jersey
Kekkia
Kroatia
Kýpros (Grikski parturin)
Lettland
Liktinstein
Litava
Luksemborg
Malta
Noreg
Póland
Portugal
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Sveis
Svøríki
Týskland
Ungarn
Øll lond í Evropahaldinum eru eisini íroknað í Umheiminum.
Albania
Andorra
Argentina
Armenia
Aserbadjan
Avstralia
Bangladesj
Barain
Bosnia-Hersegovina
Brasil
Dominika
Egyptaland
Ekvador
Filipsoyggjar
Fólkaræðiliga Lýðveldi Kongo
Gana
Georgia
Gibraltar
Guatemala
Gujana
Honduras
Hong Kong
Hvítarussland (Belarus)
India
Indonesien
Ísrael
Japan
Kambodja
Kanada
Kasakstan
Katar
Kili
Kina
Kirgistan
Kolumbia
Kosta Rika
Kuba
Kuvait
Makao
Malaysia
Marokko
Meksiko
Moldova
Montenegro
Nikaragua
Nýsæland
Pakistan
Panama
Paraguei
Perú
Polynesia
Russland
Salvador
Sameindu Arabisku Emirríkini
Saudi-Arabia
Serbia
Singapor
Sudan
Suðurafrika
Suðurkorea
Tailand
Taivan
Tunesia
Turkaland
Ukraina
Uruguei
USA (Amerika)
Usbekistan
Vjetnam
At ringja til Føroya, kostar 34,38 kr/min
At móttaka uppkøll, kostar 11,88 kr/min
Ringja innlendis og til onnur lond, kostar 37,38 kr/min
At senda SMS, kostar 7,50 stk (ansa eftir, ikki nýta Føoyskir stavir, tí tey fylla meiri)
At brúka Data, kostar 150 kr/Mb
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum

Rói Heðinsson Olsen
Vinnukundaráðgevi

Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari
Les meir um telefonhald til Vinnuna
Onnur tíðindi

Nema søkir eftir DevOps mennara
Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Um starvið Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við toymið innan infrakervið, forritan og produktmenning fyri at levera automatión, tekniskan stuðul og infrakervis-serkunnleika. Tín uppgáva er at menna, stýra og optimera Azure umhvørvið hjá Nema og egin hýstu Kubernetes klustrini, samstundis sum tú tryggjar sporføri (logging) og eftirlit (monitoring), sum stuðla krøvum til compliance og trygd. Við at varðveita høg tryggleikakrøv og optimera arbeiðsgongdir, verður tú við at menna eitt sterkt undirstøði, bæði fyri trygdardrivnan rakstur og nýhugsandi vørumenning. Tínar fremstu uppgávur vera Infrakervi og rakstur Menna og viðlíkahalda Azure-grundarlagið hjá Nema Menna og viðlíkahalda Kubernetes klustrini Automatisera deployment arbeiðsgongdirnar fyri at økja um effektivitet og álítandi rakstur Tryggja høgan tøkleika (high availability) og góða veiting í øllum produktiónsumhvørvum Kanna og innføra nýggjar mannagongdir til hýsingar umhvørvið fyri at tryggja framtíðar viðlíkahald og møguleika at skalera Logging, monitoring og compliance Innføra, viðlíkahalda og betra um logging- og monitoring-loysnir, so fult gjøgnumskygni er í skipanunum Trygd og álítandi rakstur Áhaldandi menna trygdarkarmarnar fyri infrakervi, deploy-mannagongdir og dagligan rakstur Fylgja við, finna og loysa veikleikar (vulnerabilities) í umhvørvum okkara Tvørfakligt samstarv Samstarva tætt við menningar-, infrakervis-, og produkt toymið fyri at tryggja ómaksleysar sleppingar og samsvar við infrakervið Geva vegleiðing um best practice innan infrakervi og arkitekturval Luttaka í planlegging og samskipan sum infrakervis- og DevOps-serfrøðingur. Vit vænta tí, at tú Hevur próvførdar royndir sum DevOps-mennari, við kunnleika til Azure og Kubernetes Hevur roydnir innan CI/CD-pipelines Er kendur við logging-, monitoring- og observability-plattformum Hevur framúr samstarvsevni tvørfakligt – bæði við teknisk og ikki-teknisk toymi Hevur konstruktivan, analytiskan og trupulleikaloysandi hugsunarhátt við denti á álítandi rakstur og compliance. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður í Nema deildini í Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá og eisini er møguleiki at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Løn verður sambært avtalu. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid, á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. januar 2026. Søk starvið

Nema søkir eftir forritarum
Vit leita eftir forritarum at gerast partur av mennara toyminum á Nema og eftir einum/einari, ið vil geva sítt íkast til menningina av vinnuloysnunum hjá Nema. Sum partur av okkara menningartoymi, fert tú at hava ein avgerandi leiklut í at sniðgeva, innføra og viðlíkahalda okkara loysnir til føroysku vinnuna og kundar okkara. Tínar fremstu uppgávur vera Software menning: At sniðgeva og menna skalerbarar bakend-tænastur við .NET Core, C# og ASP.NET. Harafturat frontend-menning við Angular Samstarv: At arbeiða tætt saman við tvørfakligum toymum fyri at levera dygdargóðar softwareloysnir Optimering og góðsking: At Áhaldandi optimera skipanaravrik(performance), skalerbarleika og rakstur. Vit vænta tí, at tú Trygd & compliance: Kann tryggja, at dátur verða handfarnar trygt, í tráð við galdandi reglur og bestu praksis innan ritbúnaðarmenning. Dátugrunnskunnleiki: Hevur eina sterka fatan av MS SQL Server og Entity Framework til at sniðgeva og stýra torgreiddum dátumodellum. Skýggj & DevOps: Hevur hands-on royndir við Azure DevOps, CI/CD-pipelinum og containerization (Docker), sum tryggja effektivar og automatiseraðar dagføringar. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Vit hava tørv á forritarum bæði í Tórshavn og Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá. Løn verður sambært avtalt. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga senda okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. januar 2026. Søk starvið

Vaflur á Katrinu og Mandlurís í Kaspar á 2 fyri 1
Jólagleðin er longu byrjað á 2 fyri 1 appini, og aftur í ár hava Katrina Christiansen og Kafé Kaspar góð jólatilboð til tykkum. Nú kanst tú seta dám á jólini við góðum løtum saman við teimum, tú ert góður við og sjálvandi spara eina rúgvu. Vaflur við rabarbusúltutoy og róma Jólakaféin hjá Katrinu Christiansen er latin upp, og nú kanst tú bjóða onkrum, tær dámar, oman í hugnaligu matstovuna í hjartanum í Havn. Við 2 fyri 1 appini, fært tú fáa dupult so nógvar vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og róma fyri sama prís. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag frá kl. 14.00 – 16.30. Mandlurís frá Kafe Kaspar Jólini nærkast og longu nú kanst tú fáa 2 fyri 1 Mandlurís í Kafé Kaspar. Mandlurís er reinur jólahugni í eini skál. Bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í Kaspar til eina skál av Mandlurís og kom í jólahýr longu nú. Tilboðið er galdandi allar dagar í vikuni frá kl. 11 – 21. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd? Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið. Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Tínar fremstu uppgávur vera Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet og aðrari netverksútgerð Umsiting av switchum, beinarum og firewalls At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum. Vit vænta tí, at tú Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo. Umsóknarfreistin er 7. desember 2025. Søk starvið
Fleiri greinar