
Tillagingar av Farnetinum
Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m.
Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka.

Farnet til tín tørv
Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her.
Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka.
Data fleks
Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin.
Mánaðargjald: 25 kr
Um nýtsla er: 20 kr pr./dag
Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’.

Hvat Farnet skal eg velja?
- Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking.
- 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt.
- 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar.
Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða?
Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.
Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.
Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.
Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn.
Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum.
Les meir um Farnet frá Nema
Onnur tíðindi

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Nema stuðlar – GameJam
GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur
Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur
Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð
Fleiri greinar