
Tíðindaskriv frá Nema til privatkundar
Hjá Nema hava vit altíð fingurin á pulsinum. Vit leggja nógva orku í at skapa meirvirði og góðar upplivingar fyri okkara kundar. Tað snýr seg einfalt um, at tú altíð fært meira enn bara eitt telefonhald, tá tú ert kundi hjá Nema. Seinastu árini hava vit gjørt nógvar íløgur og við framgongd fylgja eisini nakrar prístillagingar. Prístillagingar eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd, menning og størst møguligt virði fyri tykkum sum kundar. Alt hetta kanst tú lesa um í hesum tíðindaskrivinum.

Nýtt á 2 fyri 1
Við 2 fyri 1 appini fært tú dupult so nógv fyri pengarnar, og møguleikan at spara eina rúgvu av pengum. Tað merkir í stuttum, at tú fært meira gleði burturúr tí, tú longu rindar fyri. Vit miðja altíð eftir at økja um úrvalið á appini, bæði frá nýggjum og verandi veitarum.

2 fyri 1 tiltøk við nærveru
2 fyri 1 appin leggur upp til nærveru á ymsar hættir. Regluliga skipa vit fyri tiltøkum, har allir 2 fyri 1 brúkarir kunnu njóta eina góða løtu saman við einum, ið tey eru góð við. Millum fyriskipaðu tiltøkini kunnu vit nevna Undirgrund-konsertina við Swangah, undanfrumsýningin av It Ends With Us í Havnar Bio, hugnaligu stovukonsertina við Beinir, biografsýningin av føroyska barnafilminum Palla Halaleysa og hugnaløtan í Café Fríðu í samband við árliga tónleikatiltakið FMA.

Stórar árligar kappingar við 2 fyri 1
Síðsta summar vóru vit í gávuhýri og burturlutaðu eina ferð fyri tvey til London, við uppihaldi og 5000 kr. í lummapeningi. Vinnarin av kappingini gjørdist Annbjørg Abrahamsen. Fyrr í ár høvdu vit eisini eina kapping um eina nátt fyri tvey í svituni á Hotel Brandan við morgunmati, tríggjar rættir á Húsagarði, einum tíma í hitapotti umframt eina perlandi gávu. Vinnarin av tí kappingini gjørdist Miriam Borg.

Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey
Nú hava vit aftur sett hol á eina kapping. Hesuferð er møguligt hjá 2 fyri 1 brúkarunum at vinna eina ferð fyri tvey til Oslo. Flogferðaseðlar, uppihald á 4 stjørnaðum hotelli og atgongumerki til hondbóltsdystirnar hjá Føroyum, eru partur av vinninginum. Vit kasta lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktobur til og við 30. novembur.

Okkara kundar hava longu spart yvir 900.000 krónur!
Við 2 fyri 1 appini hava kundar hjá Nema longu spart meira enn 900.000 krónur við at njóta góðu tilboðini og upplivingarnar, ið appin bjóðar. Tú kann eisini taka appina niður í dag og byrja at spara upp á alt tað stuttliga.
Heinta 2 fyri 1 appina
Íløgur, ið muna

Nema er sterkari
Vit hava lagt nógva orku í at gera Nema sterkari, og seinastu árini hevur Nema gjørt fleiri stórar íløgur – bæði í tøkni, menning og tænastur. Hetta fyri at tryggja, at tú sum kundi altíð hevur eina góða, støðuga og modernaða uppliving.
Tá Nema gjørdi íløgur í at styrkja netið, var tað ein stór og týðandi avgerð fyri okkum sum fyritøku. Mastrarnar hjá Nema vórðu niðurlagdar, og nýggja netið er við til at tryggja kundum okkara eitt betri og meir álítandi samband. Hetta var ikki bara ein teknisk avgerð, men ein langtíðar íløga í dygd, trygd og betri tænastu.

Nýggjur nethandil
Ein av nýggjaru íløgunum er okkara spildurnýggi nethandil. Við nýggja nethandlinum bjóða vit kundum okkara túsundtals vørur, alt frá teldum og telefonum til tilhoyr og hentari tøkni. Nýggi nethandilin tryggjar eisini, at okkara kundar fáa besta prísin. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum um at gera upplivingina hjá okkara kundum einfaldari, greiðari og meira gagnliga.

Prístillagingar
Við fleiri nýggjum og stórum íløgum, fleiri tiltøkum, betri tíðum og tilboðum á 2 fyri 1 appini, umframt framgongd á fleiri økjum, fylgja eisini ávísar prístillagingar. Tillagingarnar eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd og menning soleiðis, at vit framvegis kunnu bjóða tykkum bestu tænasturnar, nýggjastu loysnirnar og mest virði fyri pengarnar.
Frá 1. desembur 2025 verða hesar prístillagingar framdar:
- Einstaklingahaldið við 15GB lækkar við 10 kr. um mðr.
- Familjuhaldini og Farnet hækka samsvarandi talvunum niðanfyri:
Spurningar?
Hevur tú spurningar til títt telefonhald ella annað, ert tú vælkomin at ringja á tlf: 202020

Vinn einar Airpods Pro 3
Hvønn film, ið kemur út í 2026, hevði tú viljað sæð? Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Februar 2026
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum – hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar. Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!
Fleiri greinar


