
Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd?
Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið.
Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum.
Tínar fremstu uppgávur vera
- Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet FortiGate og aðrari netverksútgerð
- Umsiting av switchum, beinarum og firewalls
- At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum
- At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar
- At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum.
Vit vænta tí, at tú
- Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt
- Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið
- Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað
- Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav.
Afturfyri bjóða vit
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum
- Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum
- Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo.
Umsóknarfreistin er 7. desember 2025.

Vaflur á Katrinu og Mandlurís í Kaspar á 2 fyri 1
Jólagleðin er longu byrjað á 2 fyri 1 appini, og aftur í ár hava Katrina Christiansen og Kafé Kaspar góð jólatilboð til tykkum. Nú kanst tú seta dám á jólini við góðum løtum saman við teimum, tú ert góður við og sjálvandi spara eina rúgvu. Vaflur við rabarbusúltutoy og róma Jólakaféin hjá Katrinu Christiansen er latin upp, og nú kanst tú bjóða onkrum, tær dámar, oman í hugnaligu matstovuna í hjartanum í Havn. Við 2 fyri 1 appini, fært tú fáa dupult so nógvar vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og róma fyri sama prís. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag frá kl. 14.00 – 16.30. Mandlurís frá Kafe Kaspar Jólini nærkast og longu nú kanst tú fáa 2 fyri 1 Mandlurís í Kafé Kaspar. Mandlurís er reinur jólahugni í eini skál. Bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í Kaspar til eina skál av Mandlurís og kom í jólahýr longu nú. Tilboðið er galdandi allar dagar í vikuni frá kl. 11 – 21. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd? Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið. Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Tínar fremstu uppgávur vera Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet FortiGate og aðrari netverksútgerð Umsiting av switchum, beinarum og firewalls At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum. Vit vænta tí, at tú Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo. Umsóknarfreistin er 7. desember 2025. Søk starvið

Nema søkir eftir net teknikkara
Vit leita eftir einum praktiskum og nærlagdum netteknikara til okkara net toymi. Tú verður partur av eini deild, sum arbeiðir bæði úti hjá kundum og á skrivstovuni, við at tryggja at netverk og sambond hjá okkara kundum virka optimalt – bæði hjá vinnu- og privatkundum. Arbeiðið fevnir um uppseting, konfigurering og feilrætting av netútgerð, serliga Fortigate og Cisco, og tú kemur at spæla ein lyklaleiklut í at tryggja eina væleydnaða levering og góða kunduuppliving. Tínar fremstu uppgávur vera Konfigurering, test og levering av beinarum til vinnukundar Uppseting og innlegging av netútgerð hjá kundum Kunda- og toymissamskifti við aðrar deildir og veita tekniskan stuðul Kunda vitjanir hjá privat- og vinnukundum við net- og Wi-Fi trupulleikum Eftirkanning og optimering av netuppseting (beinarar, Wi-Fi og kábling) Dokumentering av arbeiði og uppseting Vit vænta tí, at tú Hevur royndir við samskipan av uppgávum Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur. Ynskiligt, at tú hevur Royndir við Fortinet FortiGate og/ella Cisco geva fyrimun Kunnleika um fipur og netinstallatión Útbúgving sum IT-supportari, elektrikkari ella líknandi tekniska útbúgving Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Møguleika at arbeiða við nýggjastu net- og trygdartøkni Góðar arbeiðsumstøður og eitt sterkt toymi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóannes Hestoy á telefon 794273 ella við at senda teldupost til jhe@nema.fo. Umsóknarfreistin er 1. desember 2025. Søk starvið

Tíðindaskriv frá Nema til vinnukundar
Hjá Nema arbeiða vit støðugt við at gera tænasturnar betri og meira haldgóðar fyri okkara vinnukundar. Seinastu árini hava vit gjørt fleiri størri íløgur, sum bæði styrkja KT-trygdina og gera raksturin tryggari og støðugari. Umframt hetta varpa vit eisini ljós á teir ágóðar, ið tú fært sum vinnukundi hjá okkum. Við nýggjum íløgum og framgongd fylgja eisini nakrar prístillagingar. Tær eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd, menning og størst møguligt virði fyri tykkum sum kundar. Ágóðar til tíni starvsfólk Fyrimunir til familjuna Til vinnukundar hjá Nema bjóða vit fleiri fyrimunir til starvsfólkini, sum gagna bæði arbeiði og familjulívi. Um arbeiðsgevarin m.a. rindar fyri tína fartelefon, kanst tú stovna eitt telefon- og/ella internethald við stórum avsláttri hvønn mánaða. Ynskja tit at hoyra nærri um fyrimunirnar til familjuna? Fyll teigarnar út niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast til ber. 2 fyri 1 appin Vistu tit av, at øll tykkara starvsfólk, ið eru fjarskiftiskundar hjá okkum, eisini fáa ágóðan av 2 fyri 1 appini, har tú og tíni kunnu njóta gott av góðu tilboðunum og harvið spara pening í gerandisdegnum? Við 2 fyri 1 appini fært tú meira fyri pengarnar, og uppaftur meira burtur úr tínum telefonhaldi. Í stuttum fært tú meira gleði burturúr tí, tú longu rindar fyri. Vit miðja altíð eftir at økja um úrvalið við fleiri tilboðum, bæði frá nýggjum og verandi veitarum. Við 2 fyri 1 appini hava okkara kundar longu spart meira enn 900.000 krónur tilsamans við at njóta góðu tilboðini og upplivingarnar, ið appin bjóðar. Tak 2 fyri 1 appina niður her: KT-trygd KT-trygd hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn nú. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Tí hevur Nema styrkt arbeiðið á økinum og sett ein nýggjan trygdarleiðara í starv, sum skal tryggja, at vit altíð eru á odda innan KT-trygd. Við KT-trygdarkanningunum frá Nema fáa fyritøkur greiða mynd av støðuni hjá sær og kunnu taka stig til at verja seg móti álvarsligum álopum og dátulekum. Ynskja tit at hoyra nærri um KT-trygdarkanningar? Fyll teigarnar út, og tit frætta aftur frá okkum sum skjótast. Íløgur, ið muna Vit hava lagt nógva orku í at gera Nema sterkari, og seinastu árini hevur Nema gjørt fleiri stórar íløgur, bæði í tøkni, menning og tænastur. Hetta við tí fyri eyga at tryggja, at tú sum kundi altíð hevur eina góða, støðuga og modernaða uppliving. Nýggja netið Tá Nema gjørdi íløgur í at styrkja farnetið, var tað ein stór og týðandi avgerð fyri okkum sum fyritøku. Endamálið var at tryggja kundunum eitt betri og meir álítandi samband. Hetta var ikki bara ein teknisk avgerð, men ein langtíðar íløga í dygd, trygd og betri tænastu – eitt stig á leiðini at geva kundunum meira enn bara eitt telefonhald. Nýggi nethandilin Ein av nýggjaru íløgunum er okkara spildurnýggi nethandil. Við nýggja nethandlinum bjóða vit kundum okkara túsundtals fleiri vørur – alt frá teldum og telefonum til tilhoyr og hentari tøkni. Alt hetta fyri enn hvassari prísir. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at gera upplivingina hjá kundanum einfaldari, greiðari og meira gagnliga. Prístillagingar Við fleiri nýggjum og stórum íløgum og framgongd á fleiri økjum, fylgja eisini nakrar prístillagingar á telefoni og skipanum, ið eru galdandi frá 1. desembur 2025. Ynskja tit at hoyra nærri um, hvussu hesar prístillagingar ávirka tykkum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við tykkara vinnukundaráðgeva ella ringja á tlf. 20 20 20 Set teg í samband við okkum Nýggjastu vørurnar frá Apple fáast hjá Nema Annað nýtt frá Nema
Fleiri greinar