Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema og Elding í nýggjum vinnuligum samstarvi

Í gjár varð almannakunngjørt, at fyritøkurnar Nema og Elding hava gjørt avtalu um eitt nýtt vinnuligt samstarv. Hetta samstarvið gevur góðar møguleikar fyri báðar fyritøkurnar á føroyska marknaðinum, og er til gagns fyri kundarnar.

Longu frá í dag, kunnu kundar stovna sær telefonhald frá Nema í Elding handlunum og harvið fáa avsláttur av øllum vørum í Elding.

Samstarvið er tó ikki óvæntað, tí Nema og Elding hava gjøgnum árini samstarvað sera væl. Samstarvið millum fyritøkurnar hevur altíð verið merkt av áliti og virðing, og hevur altíð verið til gagns fyri báðar partar.

Vit seta altíð kundan í hásæti og ynskja at geva kundunum ta bestu upplivingina, og tað er hetta samstarvið við til at gera. Vit hava, í fleiri ár, havt eitt tætt og jaligt samstarv við Nema, hóast tað ikki hevur verið formaliserað áður.

segði Mads A. Winther, stjóri í Elding.

Eisini stjórin á Nema, Gudny Langgaard, leggur dent á kundatænastu og góða samstarvið við Elding

Seinastu árini hava vit arbeitt við at betra um netið, og tað hava vit megnað. Eisini brúka vit nógva orku upp á at menna 2fyri1 appina, ið gevur okkara kundum ymsar ókeypis tænastur. Nú fara vit eitt fet víðari við einum sera spennandi samstarvi við Elding, ið heilt víst kemur kundunum til góðar.

Samstarvið kemur í gildi beinanvegin, og longu nú fáa nýggir kundar ágóðan av hesum.

Les meir um samstarvið

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur

Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir

STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna

Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Evropa+ pakkanum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Evropa+ pakkunum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi


Fleiri greinar