
Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring?
Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn.
Starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr.
Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at:
- Framleiða lýsingar til sosialar miðlar.
- Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr.
- Hugskotsmenning og átøk
- At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum.
Um teg
- Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum
- Tú dugir væl at skriva og samskifta
- Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna
- Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur
- Tú hevur hug at læra
- Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav.
Vit bjóða
- Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi
- Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin
- Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum
- Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum
- Løn eftir avtalu.
Nema
Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins.
Forvitin?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo
Umsóknir
Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi.

Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey til Oslo
Vit eru í gávuhýri, og nú kanst tú vinna eina hondbóltsferð, fyri tvey, til Oslo. Talan er um eina pakkaferð frá 62 norð, ið hevur virði á 23.000 kr. Tann hepni vinnarin fær bæði Flogferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til Oslo og heim aftur, hotel uppihald í dupultkamari á 4 stjørnaða Radison Blu Plaza og atgongumerkir til dystirnar hjá Føroyum. Hvørjaferð tú gagnnýtir eitt tilboð á 2 fyri 1 appini, fært tú ein seðil við í lutakastið. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktober til og við 30. november 2025 eru við í lutakastinum. Treytir – Ferðin er beinleiðis úr føroyum til Oslo 14. januar 2026 kl. 07, og heimferðin úr Oslo 22. januar 2026 kl. 07. Talan er um gisting í dupultkamari. Tað ber ikki til at býta vinnningin um við reiðan pening. Nú kunnu øll royna2 fyri 1 appina Nú hava øll, ið hava eitt føroyskt telefon nummar møguleika at stovna ein brúkara á 2 fyri 1 appini. Nema telefonkundar hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men nú kunnu onnur eisini royna appina. Hevur tú annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag 2 fyri 1 tilboð

Brandan burgarin á 2 fyri 1
Nú er vælumtókti Brandan burgarin vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Eitt gott miðmála tilboð í hugnaligu lobbykaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú fært ein saftigan burgara við knasandi góðum kipsi og dippi, og tá tú nýtir 2 fyri 1 appina, fært tú tveir burgarar fyri prísin av einum. Tað merkir, at tú kanst bjóða onkrum við, einum vini, familjulimi ella einum starvsfelaga og fáa eina hugnaliga løtu mitt á degnum. Tí tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Brandan Burgarin Ein góður burgari smakkar enn betri, tá hann verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, til miðmála á Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí onnur 2 fyri 1 tilboð

Palli Halaleysi á 2 fyri 1
Nú hava Nema telefonkundar møguleika at bjóða onkrum við í biograf í heystfrítíðini til Palla Halaleysa. Sýningin verður hósdagin 16. oktobur kl. 13, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Svenski klassikarin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972, og snýr seg um tann góðsliga kettlingin við ongum hala. Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir. Og tað besta av øllum er, at hann sjálvsagt er á føroyskum. Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya arbeitt við at týða, taka upp og leggja føroyskar røddir á filmin. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur at lesa, at føroyska framleiðslutoymið hevur lagt stóran dent á gott føroyskt mál. Tí tosa allar løður og frensar, hundar og onnur djór í filminum føroyskt — við okkara egna málføri. Palli Halaleysi er norðoyingur, og tað eru bæði bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar úr øllum landinum, eins og vit kenna tað her heima — bæði úr Suðuroy, Vágum, Sandoynni, Nólsoy og eisini úr Havn. Filmurin líkist eisini einum sangleiki, tí fleiri sera góðir sangir eru við, sum vit kunnu gleða okkum til at hoyra. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlinum, annaðhvørt í Havn ella í Klaksvík, og ogna tær tykkara atgongumerki. Við í prísinum er barnamenu við popkorn og sodavatn. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Øll børn hava nú sama trygga KT-net í skúlanum
Í novembur 2021 skrivaðu Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni og Gudny Langgaard, stjóri í Nema, undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet, og nú er hetta arbeiðið loksins komið á mál. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar og lærarar í Føroyum nú hava sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Allar skipanir og alt net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur trygdarkrøv og gevur bæði stórum og smáum skúlum javnbjóðis møguleikar. Hetta tryggjar lærarum álítandi amboð at arbeiða við og gevur næmingum eitt støðugt og trygt KT-umhvørvi í skúlanum. Við einum miðsavnaðum rakstri verður KT einfaldari og tryggari, og fólkaskúlin tekur samstundis enn eitt stig inn í ta talgildu framtíðina.
Fleiri greinar