Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag

Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst. 

Vit takka Katrini fyri hennara ískoytið tey seinastu 20 árini. Vit eru heppin og takksom fyri, at Katrin er í starvi hjá okkum og vit vóna, at hon verður verandi í nógv ár afturat. 

Øll børn hava nú sama trygga KT-net í skúlanum

Í novembur 2021 skrivaðu Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni og Gudny Langgaard, stjóri í Nema, undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet, og nú er hetta arbeiðið loksins komið á mál. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar og lærarar í Føroyum nú hava sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Allar skipanir og alt net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur trygdarkrøv og gevur bæði stórum og smáum skúlum javnbjóðis møguleikar. Hetta tryggjar lærarum álítandi amboð at arbeiða við og gevur næmingum eitt støðugt og trygt KT-umhvørvi í skúlanum. Við einum miðsavnað­um rakstri verður KT einfaldari og tryggari, og fólkaskúlin tekur samstundis enn eitt stig inn í ta talgildu framtíðina.

Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag

Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst.  Vit takka Katrini fyri hennara ískoytið tey seinastu 20 árini. Vit eru heppin og takksom fyri, at Katrin er í starvi hjá okkum og vit vóna, at hon verður verandi í nógv ár afturat. 

Nema er fyrst við iPhone 17

Nú eru fyrstu telefonirnar í iPhone 17 røðini komnar til Føroya, og tær eru sjálvsagt lendar í Nema handlunum. Tey, ið hava undanbílagt fáa boð skjótast tilber. iPhone 17 røðin Apple hevur kunngjørt fýra nýggjar telefonir í Iphone 17 røðini. Iphone 17, Iphone Air, Iphone 17 pro og Iphone 17 Pro Max. Felags fyri øll modellini er, at tær hava fingið skjótari A19-chip, 120Hz ProMotion-skíggjar, nýggja iOS 26 og eitt 24 MP frontkamera. Eisini hava tær allar USB-C og MagSafe-løðing upp til 50W, sum ger, at telefonin løðir skjótari. Fyri at taka samanum iPhone 17: Ein góð telefon, við góðum skíggjaupplivilsi og kamera. iPhone 17 Air: Sera brúkaravinarlig, tun og løtt við stórum skíggja. iPhone 17 Pro: Premium-modellið, ið er ein kraftmikil telefon, við nýggjum kamerafunkum og harðari byggisniði. iPhone 17 Pro Max: Full Pro uppliving men við størri skíggja og einum battaríið, ið heldur betur. Ynskir tú eina ávísa telefon úr iPhone 17 røðini, er enn møguligt at bíleggja. Bílegg her

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema

Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildar­ábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.


Fleiri greinar