Privat tíðindi
Undan frumsýning av ‘It Ends With Us’
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av stórfilminum, It Ends With Us, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 30. august kl. 20.00. Vit rulla reyða leyparin út og bjóða eitt glas av boblum og okkurt søtt áðrenn sýningina. Tí vilja vit bjóða øllum vælkomnum frá kl 19.30 í Havnar bio. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn. Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. It Ends With UsFilmurin, It ends with us, er ein kærleiksfilmur, ið byggir á bestseljara-, kærleiksskalssøguna, ið er skrivað av Colleen Hoover í 2016. lumtókta Blake Lively spælir høvuðsleiklutin í filminum. Filmurin er ein kærleikasøga, ið fylgir Lily Bloom, tá hon flytir aftur til heimstað sín, og opnar ein blómuhandil. Hennara fyrsti kærleiki verður aftur ein partur av hennara lívi, og vendir forholdið til tann sjarmerandi, men voldliga, skurðlæknan á høvdið. Lily skal taka eina sera torføra avgerð um sína framtíð. Sí forfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=DLET_u31M4M
Fipurnet til Vestmanna, Klaksvík & Tórshavn
Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Fjallsvegur, Vestmanna Bumshamarsvegur 38, Klaksvík Torvgøta 31, Klaksvík Smiðjugerði, Tórshavn Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging
Vit siga farvæl til Kallnet servaran
Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald. Gev gætur: Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Les meira niðanfyri Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 30. septembur 2024, verður ikki møguligt at rita inn á núverandi Kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Eftir 30. septembur verður øll atgongd til teldupostadressurnar strikað. Talan er um teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo - @altfyrieitt.fo - @babba.fo - @beiggi.fo - @mamma.fo - @systi.fo - @kallnet.fo Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 30. septembur? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum. Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri: O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum: One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna. Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við. Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja. Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg) At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg) Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna. Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí. Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.
Vinnarin av Apple iPad
Vit eru í gávuhýri og trekkja aftur lut um ein lekkran iPad. Fyll teigarnar út niðanfyri og ver við í lutakastinum.Vinnarin er funnin: Til lukku: Inga Kristiansen
Fipurnet til Hellurnar
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging
5G er endiliga her
5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Hvat merkir hetta fyri teg? Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar. 5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til. Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið. Fleiri nýggjar tænastur Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis. 1. VoLTE VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu. 2. 5G-farnet Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum. 3. IoT 5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things. 4. VoWiFi (kemur skjótt) Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms'a sum vænt. Spennandi tíð fyri framman Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.
Fipurnet í Tórshavn og á Argjum
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Óðinshædd (ólíka tøl 17-79), Tórshavn Lagatrøð 1-14, Tórshavn Sundsvegur 12, Tórshavn Garðstún, 3-28, Argir Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging
5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl
5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.
Faroe Express Stafettin: Vit eru við
Leygardagin 26. august luttóku 21 fólk frá Nema í Faroe Express Stafettini. Nema er ein errin høvðusstuðul, og vit gleða okkum longu til stafettina í 2024.
Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…
Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/