Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Vinn eitt uppihald á Hotel Brandan

Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einum uppihaldi í svituni á Hotel Brandan. Uppihaldið er fyri tveir persónar við morgunmati, 3-rættar matskrá á Húsagarði, einum tíma í hitapotti og eini brúsandi gávu á kamarinum.  Vit trekkja lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina í februar og marts mánaða. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Treytir - Kappingin er bert galdandi fyri fjarskiftiskundar hjá Nema. Húsagarður Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider. Morgunmatur á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 morgunmat á Hotel Brandan. Keyp ein morgunmat og fá ein ókeypis.   Miðmálatilboð á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 Cesarsalat á Landmark á Hotel Brandan. Keyp eina Cesarsalat og fá eina ókeypis.   Nýggj tilboð Fylg við á Facebook og Instagram síðuni hjá Nema fyri at síggja øll tey nýggju tilboðini og veitararnar, ið koma á 2 fyri 1 appina. Instagram Facebook 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir KT samskipara

Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum samskipara til KT deildina á Nema.  Talan er um eitt starv við umsitingarligum og samskipandi uppgávum. Sum samskipari verður tú kjarnin í okkara dagliga rakstri, har tú skalt tryggja eina munadygga samskipan av KT support, søluavgreiðslum og verkætlanum. Tú fært ein týðandi leiklut í at taka tær av øllum inngangandi fyrispurningum og skalt tryggja, at uppgávurnar fara til tey røttu starvsfólkini og fylgja hesum upp. Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða við nógvum spennandi uppgávum og fólkum við ymiskum KT førleikum. Tú fær somuleiðis eitt sera gott innlit í føroyskar fyritøkur og at menna teg innan KT skipanir, útgerð og tær tænastur, ið vit bjóða.  Tínar fremstu uppgávur vera at: Samskipan og raðfesting av dagligum support- og tænastuuppgávum  At samskipa KT verkætlanir og tryggja góðan rakstur  At vera bindiliður millum KT deildina og restina av fyritøkuni  At menna og fremja mannagongdir til gagns fyri ymisku deildirnar  Vit vænta tí, at tú: Hevur royndir við samskipan av uppgávum  Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta  Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd  Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT  Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur.  Afturfyri bjóða vit: Eitt spennandi og avbjóðandi starv  Góðar møguleikar fyri fakligari menning  Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum  Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn og Klaksvík. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen á tlf. 502090.  Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri. Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2025.

Hotel Brandan á 2 fyri 1

Miðmálatilboð Nú kanst tú við 2 fyri 1 appini eta miðmála fyri hálvan prís. Fá 2 fyri 1 Cesarsalat í hugnaligu lobby kaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesarsalat við høsnarunda ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 11.30-14.00. Morgunmatarborð á Húsagarði Nú kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við, til morgunmatarborðið á Hotel Brandan. Við 2 fyri 1 appini fært tú ein morgunmat ókeypis, tá tú keypir ein. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar, og morgunmatur er frá kl 07.00 - 10.00 hesar dagar. Tað kann vera ein fyrimunur at bíleggja borð frammanundan, og tað gert tú við at ringja á tlf. 309200. Morgunmatur við bestu góðsku Á Hotel Brandan verður nógv orka løgd í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Tey nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði egnum køki, og tey leggja seg eftir at minka um matoyðsl.  Prísyvirlit til morgunmatarborðið: Vaksin 189 kr. Børn í aldrinum 4-11 ár: 95 kr. Børn 0-3 ár eta ókeypis. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Gisting á Hotel Hafnia á 2 fyri 1

Allan januar, februar og mars mánaða kanst tú gista í tvær nætur á Hotel Hafnia og bert gjalda fyri ta einu náttina. Fyri at fáa ágóðan av 2 fyri 1 tilboðnum, skalt tú bóka kamarið við at ringja á tlf. 313233 (og trýsta 2, fyri at verða umstillað/ur til móttøkuna). Ella tú kann koma inn í móttøkuna á Hotel Hafnia og bóka kamarið beinleiðis. Um Hotel Hafnia Hotel Hafnia hevur 79 kømur í alt og 4 smáttur. Øll kømur eru roykfrí. Møguleiki er at fáa kamar til fólk við ovurviðkvæmi. Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 12:00. Gevið gætur: Er prísurin fyri valdu næturnar ikki tann sami, fært tú ta bíligaru náttina ókeypis. Tað ber bert til at bóka tvær samanhangandi nætur, fyri hendan prísin. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Undirgrund konsert við Swangah

Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024. Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka - bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað - har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum. Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.

Sølufólk til okkara vinnutoymi

Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið. Fremsta uppgávan hjá tær verður: Søla av KT útgerð til vinnukundar Men eisini: Søla av samskiftis- og KT loysnum Røkt av kundum Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú: Hevur skil fyri KT Hevur høgt tempo og ert fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit: Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.

Sølulærlingur til Nema

Droymir tú um eina spennandi yrkisleið innan sølu og kundarøkt? Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum sølulærlingi til okkara sølutoymi í Tórshavn. Kom og verð partur av okkara dynamiska umhvørvi innan kunningar- og samskiftistøkni, har tú kanst menna tínir søluførleikar og skapa varandi sambond við okkara kundar. Um starvið Sum sølulærlingur, hjá Nema, verður tú partur av einum toymi, ið arbeiðir við ráðgeving og sølu av telefon- og internethaldum. Tú skal vegleiða kundum bæði í handlinum, umvegis telefon og teldupost. Tú kemur m.a. at luttaka í fyrireiking av søluátøkum og øðrum spennandi uppgávum. Starvið fevnir um inngangandi og útgangandi sølu, har tú sleppur at arbeiða beinleiðis við kundum. Um teg  Vit leita eftir tær, sum er: Tænastusinnað/ur, opin og forvitin Ágrýtin, áhaldandi og málsøkin Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi Køn/ur í at skapa góð sambond við kundar Dugir at finna loysnir, ið gagna kundanum Lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning Hevur rímiligan telduførleika. Vit bjóða tær Eina yrkisútbúgving sum sølufólk, les meira um útbúgvingina her.Eitt fjølbroytt starv í einum livandi og framfýsnum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at menna teg persónliga og fakliga. Tú verður partur av einari fyritøku, har trivnaður og góðska eru í hásæti. Vit leggja dent á, at tú fært ábyrgd og møguleikar í samsvari við tínar førleikar og áhuga. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Nema Nema er ein av størstu veitarum av kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Vit eru á leið 75 starvsfólk, staðsett í Havn og í Klaksvík, og virksemi okkara er í stórari menning. Forvitin?  Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Privatkundastjóran, Tóka Ellefsen á Brúgv, umvegis teldupost teb@nema.fo ella telefon +298 502017 Umsóknir  Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 27. septembur 2024.

Faroe Express stafettin

Leygardagin 24. august var árliga Faroe Express Stafettin í nýggja umhvørvinum, hjá Faroe Ship, á Skansabrygguni í Havn. Rammurnar fyri tiltakið vóru serstakliga góðar og nýggja umhvørvið, og nýggi Faroe Ship bygningurin, hóaskaði seg sera væl til eitt slíkt tiltak. Á leið 1500 luttakarar vóru við til stafettina í ár og millum tey taldust 24 av starvsfólkunum hjá Nema, ið vóru umboðað við 8 liðum til stafettina. Vit eru sera fegin um at vera stuðlar til væleydnaðu Faroe Express stafettina og fegin um, at vit kunnu vera við til at menna tiltakið, ið er til gangn fyri so nógvar Føroyingar. Vit takka Faroe Ship fyri gott samstarv, og gleða okkum til komandi ár.

Undan frumsýning av ‘It Ends With Us’

Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av stórfilminum, It Ends With Us, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 30. august kl. 20.00. Vit rulla reyða leyparin út og bjóða eitt glas av boblum og okkurt søtt áðrenn sýningina. Tí vilja vit bjóða øllum vælkomnum frá kl 19.30 í Havnar bio. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn. Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. It Ends With UsFilmurin, It ends with us, er ein kærleiksfilmur, ið byggir á bestseljara-, kærleiksskalssøguna, ið er skrivað av Colleen Hoover í 2016. lumtókta Blake Lively spælir høvuðsleiklutin í filminum. Filmurin er ein kærleikasøga, ið fylgir Lily Bloom, tá hon flytir aftur til heimstað sín, og opnar ein blómuhandil. Hennara fyrsti kærleiki verður aftur ein partur av hennara lívi, og vendir forholdið til tann sjarmerandi, men voldliga, skurðlæknan á høvdið. Lily skal taka eina sera torføra avgerð um sína framtíð. Sí forfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=DLET_u31M4M

Skrivstovulærlingur til Kundarøktina hjá Nema

Ert tú klár/ur til eina spennandi byrjan á tína yrkisleið? Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum skrivistovulærlingi til kundarøktina í Tórshavn. Vit bjóða tær ein gyltan møguleika at gerast partur av eini dynamiskari og framfýsnari fyritøku innan tele- og samskiftistøkni í Føroyum. Um starvið Sum skrivistovulærlingur í kundarøktini verður tú ein lyklapersónur í okkara toymi, ið veitir hjálp og ráðgeving til kundar okkara. Tínar uppgávur fara at fevna um: Ráðgeving og avgreiðslu av telefon-, breiðbands- og teldupostspurningum Samstarv við ymisku deildarnir, á Nema, fyri at tryggja hægsta kundanøgdsemi Dagligar skrivistovuuppgávur og kundasamskifti. Starvsstaðurin er á okkara skrivstovu á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn, og arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna. Um teg Vit leita eftir tær, sum er: Tænastusinnað/ur, fyrikomandi og dugir væl at samskifta Málsøkin og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi Dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis Hevur rímiligan telduførleika, lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning Vit bjóða tær Løn og setanartreytir sambært sáttmála.  Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og professionellum umhvørvi Møguleikar at menna teg bæði persónliga og fakliga Uppgávur og ábyrgd sum samsvara við tínar vaksandi førleikar Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Á Nema starvast á leið 75 fólk í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki.  Forvitin?  Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Joan Edvør Thomasen, leiðaran í kundarøktini, á tel. 502057 ella á jet@nema.fo.  Umsøknir  Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri: Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi, fríggjadagin 13. septembur 2024.  

1 2 3 4 5