
Nema bjóðar til hugna í Kafé Fríðu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Kafe Fríða til eina hugnaliga løtu í Kafé Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Kafé Fríða vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða bobblir og brellbitar. Guðrið Hansdóttir kemur at spæla nøkur løg og fleiri góð 2 fyri 1 tilboð vera í barrini. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.30 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Guðrið Hansdóttir framførir Kl. 19.30 Tey, ið hava atgongumerki til FMA fara yvir í Varpið kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja Barrin er opin alt kvøldið og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Milkshake frá Activ á 2 fyri 1
Tann vælkendi Milkshake'urin frá Activ í Hornabø er nú vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Mánadag til hósdag kanst tú fáa ein stóran Milkshake við í prísinum, tá tú keypir ein. Teir fáast í teimum vælkendu smakkunum jarðber, vanilja, banan, sjokuláta og pistasiu. Tú hevur eisini møguleikan at blanda fleiri smakkir og at gjalda fyri at fáa drýss í afturat. Activ í Hornabø Fyri nógv av okkum vekja milkshakes góð barna- og ungdómsminni um familjutúrar og serligar løtur. Fyri onnur hoyra biltúrar og milkshake saman. Og nú fært tú dupult so nógvar milkshakes fyri pengarnar við 2 fyri 1 appini hjá Nema.Milkshake frá Activ hevur verið til líka leingi, sum Activ hevur verið til. Activ er kent fyri at hava breiðar upplatingartíðir, og tað hava tey enn. Soleiðis er opið Mánadag 07.30 - 23.00 Týsdag. 07.30 - 23.00 Mikudag 07.30 - 23.00 Hósdag 07.30 - 23.00 Fríggjadag 07.30 - 24.00 Leygardag 09.00 - 24.00 Sunnudag 09.00 - 23.00 Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Hotel Runavík á 2 fyri 1
Nú er Hotel Runavík vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Hvønn mánadag til mikudag kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í hugnaligu matstovuna á hotellinum. Tú kanst keypa ein lekkran morgunmatarplatt og fáa ein ókeypis. Tú fært bæði kaffi og djús við í prísinum. Tilboðið er galdandi millum kl. 10.00-13.00, so tú bæði kann njóta ein seinan morgunmat ella miðmálan á Hotel Runavík. Um Hotel Runavík Hotel Runavík er 3-stjørna hotell við 23 kømrum og sera góðum atkomuviðurskiftum. Eitt heimligt og hugnaligt hotell mitt í meginøkinum við útsýni yvir allan Skálafjørðin. Hotellið liggur tætt við havnarlagið, fjølbroyttu handlarnar og Eysturoyartunnilin, ið knýtir Skálafjørðin og Havnina saman. Eisini er sera vakra náttúruøkið kring Toftavatn nærhendis. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Nema eru tilnevnd Føroya Besta vørumerki
28. februar 2025 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum "Einstaklingamarknaður - 25 ella fleiri starvsfólk". Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis "Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun." Hvussu verða Føroya bestu vørumerki funnin? Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki. Dómsnevndin fyri FBV 2024 Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar. Brandr.fo

Vinn eitt uppihald á Hotel Brandan
Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einum uppihaldi í svituni á Hotel Brandan. Uppihaldið er fyri tveir persónar við morgunmati, 3-rættar matskrá á Húsagarði, einum tíma í hitapotti og eini brúsandi gávu á kamarinum. Vit trekkja lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina í februar og marts mánaða. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Treytir - Kappingin er bert galdandi fyri fjarskiftiskundar hjá Nema. Húsagarður Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider. Morgunmatur á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 morgunmat á Hotel Brandan. Keyp ein morgunmat og fá ein ókeypis. Miðmálatilboð á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 Cesarsalat á Landmark á Hotel Brandan. Keyp eina Cesarsalat og fá eina ókeypis. Nýggj tilboð Fylg við á Facebook og Instagram síðuni hjá Nema fyri at síggja øll tey nýggju tilboðini og veitararnar, ið koma á 2 fyri 1 appina. Instagram Facebook 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir KT samskipara
Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum samskipara til KT deildina á Nema. Talan er um eitt starv við umsitingarligum og samskipandi uppgávum. Sum samskipari verður tú kjarnin í okkara dagliga rakstri, har tú skalt tryggja eina munadygga samskipan av KT support, søluavgreiðslum og verkætlanum. Tú fært ein týðandi leiklut í at taka tær av øllum inngangandi fyrispurningum og skalt tryggja, at uppgávurnar fara til tey røttu starvsfólkini og fylgja hesum upp. Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða við nógvum spennandi uppgávum og fólkum við ymiskum KT førleikum. Tú fær somuleiðis eitt sera gott innlit í føroyskar fyritøkur og at menna teg innan KT skipanir, útgerð og tær tænastur, ið vit bjóða. Tínar fremstu uppgávur vera at: Samskipan og raðfesting av dagligum support- og tænastuuppgávum At samskipa KT verkætlanir og tryggja góðan rakstur At vera bindiliður millum KT deildina og restina av fyritøkuni At menna og fremja mannagongdir til gagns fyri ymisku deildirnar Vit vænta tí, at tú: Hevur royndir við samskipan av uppgávum Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur. Afturfyri bjóða vit: Eitt spennandi og avbjóðandi starv Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn og Klaksvík. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen á tlf. 502090. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri. Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2025.

Hotel Brandan á 2 fyri 1
Miðmálatilboð Nú kanst tú við 2 fyri 1 appini eta miðmála fyri hálvan prís. Fá 2 fyri 1 Cesarsalat í hugnaligu lobby kaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesarsalat við høsnarunda ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 11.30-14.00. Morgunmatarborð á Húsagarði Nú kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við, til morgunmatarborðið á Hotel Brandan. Við 2 fyri 1 appini fært tú ein morgunmat ókeypis, tá tú keypir ein. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar, og morgunmatur er frá kl 07.00 - 10.00 hesar dagar. Tað kann vera ein fyrimunur at bíleggja borð frammanundan, og tað gert tú við at ringja á tlf. 309200. Morgunmatur við bestu góðsku Á Hotel Brandan verður nógv orka løgd í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Tey nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði egnum køki, og tey leggja seg eftir at minka um matoyðsl. Prísyvirlit til morgunmatarborðið: Vaksin 189 kr. Børn í aldrinum 4-11 ár: 95 kr. Børn 0-3 ár eta ókeypis. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Gisting á Hotel Hafnia á 2 fyri 1
Allan januar, februar og mars mánaða kanst tú gista í tvær nætur á Hotel Hafnia og bert gjalda fyri ta einu náttina. Fyri at fáa ágóðan av 2 fyri 1 tilboðnum, skalt tú bóka kamarið við at ringja á tlf. 313233 (og trýsta 2, fyri at verða umstillað/ur til móttøkuna). Ella tú kann koma inn í móttøkuna á Hotel Hafnia og bóka kamarið beinleiðis. Um Hotel Hafnia Hotel Hafnia hevur 79 kømur í alt og 4 smáttur. Øll kømur eru roykfrí. Møguleiki er at fáa kamar til fólk við ovurviðkvæmi. Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 12:00. Gevið gætur: Er prísurin fyri valdu næturnar ikki tann sami, fært tú ta bíligaru náttina ókeypis. Tað ber bert til at bóka tvær samanhangandi nætur, fyri hendan prísin. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Undirgrund konsert við Swangah
Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024. Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka - bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað - har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum. Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.

Sølufólk til okkara vinnutoymi
Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið. Fremsta uppgávan hjá tær verður: Søla av KT útgerð til vinnukundar Men eisini: Søla av samskiftis- og KT loysnum Røkt av kundum Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú: Hevur skil fyri KT Hevur høgt tempo og ert fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit: Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.