
Undan frumsýning av ‘It Ends With Us’
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av stórfilminum, It Ends With Us, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 30. august kl. 20.00. Vit rulla reyða leyparin út og bjóða eitt glas av boblum og okkurt søtt áðrenn sýningina. Tí vilja vit bjóða øllum vælkomnum frá kl 19.30 í Havnar bio.
Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn.
Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík.
Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.
It Ends With Us
Filmurin, It ends with us, er ein kærleiksfilmur, ið byggir á bestseljara-, kærleiksskalssøguna, ið er skrivað av Colleen Hoover í 2016. lumtókta Blake Lively spælir høvuðsleiklutin í filminum.
Filmurin er ein kærleikasøga, ið fylgir Lily Bloom, tá hon flytir aftur til heimstað sín, og opnar ein blómuhandil. Hennara fyrsti kærleiki verður aftur ein partur av hennara lívi, og vendir forholdið til tann sjarmerandi, men voldliga, skurðlæknan á høvdið. Lily skal taka eina sera torføra avgerð um sína framtíð.
Sí forfilmin her:

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Nema stuðlar – GameJam
GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur
Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur
Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð
Fleiri greinar