
Nethandilin til vinnuna
Keyp á netinum
Á nethandlinum finnur tú flest alt innan KT-útgerð, teldlar, telefonir, tilhoyr og aðrar snildar loysnir, ið gera arbeiðsdagin lættari.
Stovnar tú teg harafturat sum vinnubrúkara, verður innkeypið enn lættari at avgreiða. Tá sæst eisini yvirlit yvir hvønn avsláttur tit fáa av tykkara innkeypi.
Fyll teigarnar út niðanfyri og stovna fyritøkuna sum vinnubrúkara á nethandlinum.
Stovna vinnubrúkara
Trygd og álítandi tænastur
Á nethandlinum hjá Nema finnur tú vørur og loysnir frá kønum framleiðarum, so tú kanst vera vís/ur í at fáa útgerð, ið er hóskandi til vinnubrúk og lýkur viðkomandi trygdarkrøv.
Vit vita, at tryggleiki og álítandi rakstur hava stóran týdning, og tí leggja vit dent á at bjóða loysnir, sum stuðla undir eitt stabilt og nútímans KT-umhvørvi.
Sum vinnukundi fært tú harumframt hjálp frá okkara toymi, ið kennir vørurnar væl og kann vegleiða, tá tit velja útgerð og leggja ætlanir fyri nýtslu.
Við Nema hevur fyritøkan ein sterkan veitara at stuðla undir dagliga virksemið – við dygd, trygd og ráðgeving í miðdeplinum.
