Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Palli Halaleysi á 2 fyri 1

Nú hava Nema telefonkundar møguleika at bjóða onkrum við í biograf í heystfrítíðini til Palla Halaleysa. Sýningin verður hósdagin 16. oktobur kl. 13, og atgongumerkini eru longu komin til sølu.

Svenski klassikarin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972, og snýr seg um tann góðsliga kettlingin við ongum hala. Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir. Og tað besta av øllum er, at hann sjálvsagt er á føroyskum.

Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya arbeitt við at týða, taka upp og leggja føroyskar røddir á filmin. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur at lesa, at føroyska framleiðslutoymið hevur lagt stóran dent á gott føroyskt mál. Tí tosa allar løður og frensar, hundar og onnur djór í filminum føroyskt — við okkara egna málføri.

Palli Halaleysi er norðoyingur, og tað eru bæði bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar úr øllum landinum, eins og vit kenna tað her heima — bæði úr Suðuroy, Vágum, Sandoynni, Nólsoy og eisini úr Havn. Filmurin líkist eisini einum sangleiki, tí fleiri sera góðir sangir eru við, sum vit kunnu gleða okkum til at hoyra.

Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlinum, annaðhvørt í Havn ella í Klaksvík, og ogna tær tykkara atgongumerki. Við í prísinum er barnamenu við popkorn og sodavatn.

Heinta 2 fyri 1 appina her

Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,
mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.


Fleiri greinar