Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema søkir eftir handilsleiðara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, fólki og at geva kundum eina góða uppliving? Droymir tú um at leiða ein av teimum mest spennandi og fjølbroyttu handlunum í Føroyum?

Vit leita eftir einum handilsleiðara, sum kann taka ábyrgdina fyri Nema-handlunum í Tórshavn og í Klaksvík.

Sum handilsleiðari hjá Nema ert tú altíð tætt við kjarnuna av okkara sølu og tænastu. Tú verður tann, ið tryggjar, at bæði okkara handlar og nethandil koyra við somu Nema-orku, og at vit møta kundunum við einum smíli og við einum “ JA! hugburði.

  • Stýra og røkja dagliga raksturin av handlinum í Havn, arbeiðistíðin er frá 09.30-17.30
  • Ganga á odda í sølu, við góðum yvirliti yvir vørur, prísir og handilsátøk
  • Leiða eitt toymi av lærlingum og handilsfólki – og tryggja trivna, upplæring og motivatión
  • Taka ábyrgd fyri tænastustøðið, ið vit veita í handlum okkara
  • Saman við marknaðardeildini tryggja kappingarført, sjónligt og livandi úttrykk í handlunum og á nethandlinum
  • Fáa ábyrgd fyri verkstaðnum, nethandlinum og tænastustøðinum – við menning fyri eyga.
  • Brennur fyri sølu, leiðslu og góðari tænastu
  • Hevur skil fyri handilsdrivnum KPI’um og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er jalig/ur, málsøkin og dugir at seta seg í støðuna hjá kundanum
  • Hevur royndir innan handil, kundatænastu, sølu ella leiðslu – við rætta hugburði og ágrýtni
  • Dugir at hugsa um dagligu uppgávurnar, leiðslu, strategi og framtíð.
  • Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikan at seta tín dám á hvussu Nema-handilarnir upplivast
  • Tætt samstarv við okkara deildir innan marknaðarførslu, innkeyp, KT-sølu og kundatænastu
  • Møguleikan at leiða eitt toymi, sum hevur funnið seg væl til rættis í okkara “JA”-mentan
  • Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu.
  • Handil & Søla: Útsýni, príslegging, søluátøk og dagføringar
  • Lærlingar: Leiðsla, trivnaður, upplæring og coaching
  • Nethandil: Koordinatión, tilboð og trygd fyri, at alt hongur saman

So ring ella skriva til Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á 502017 ella teb@nema.fo.

Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi týsdagin 22. apríl 2025.

ÁVARING: Følsk SMS-boð frá Samleikanum í umferð

Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing-álop, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan. Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki trýsta á leinkið. Ert tú hinvegin í tí óhepnu støðu, at tú longu hevur trýst á leinkið í SMS-boðunum, og latið tínar persónsupplýsingar, viðmæla vit tær at seta teg í samband við tín peningastovn beinavegin. Hvat skalt tú gera, um tú ivast? Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri. Hevur tú illgruna um at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum. Sterk felags verja Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur. Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum. Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygtUm tað er tíð hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir: Lat upp Samleika-appina. Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’ Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni www.samleikin.fo/endurnyggja  Onnur tíðindi

Vinn einar Airpods Pro 3

Hvønn film, ið kemur út í 2026, hevði tú viljað sæð? Vit finna ein vinnara 27. apríl. Vinnarin fær beinleiðis boð, og verður kunngjørdur her á síðuni. Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Februar 2026

Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu

Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali.  Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar  Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð


Fleiri greinar