Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu

Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum.

Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. 

Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið.


Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar 

Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir

Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið

kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark

Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð.

Fylg við á sosialum miðlum

So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum.

{{ event.vendor.name }}
{{ event.name }}
{{ getLocations(event) }}
{{ day.short }}
|
kl. {{ splitOpeningHours(event.available_from) }}-{{ splitOpeningHours(event.available_to) }}


Fleiri greinar