
Kvøldartilboð frá Effo á 2 fyri 1
Effo hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Her kunnu vit nevna Effo kaffi, Effo kakao og ikki minst Effo bilvask. Nú víðkar Effo um úrvalið við tveimum tilboðum, og nú ber til at fáa 2 fyri 1 Franskan Hotdog og 2 fyri 1 stóran Kramarís frá Effo.
Franskur Hotdog
Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein Franskan Hotdog í Effo og fáa ein ókeypis.
Summarfrítíðin nærkast, og tað merkir fyri fleiri, at vit eru longri uppi um kvøldarnar og tá kann svongdin gera um seg. Vit kenna tað øll – tú ert troytt/ur, blóðsukrið er lágt og tað eru longu nakrir tímar síðan, at tú sat við døgurðaborðið. Men tú hevur enn hug til okkurt lekkurt og hetta kann 2 fyri 1 appin hjálpa tær við. Nú kanst tú bjóða einum, ið tú ert góð/ur við ein Franskan Hotdog. Ella tú kann eta báðar sjálv/ur.

GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir.
Stórur Kramarísur
Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein stóran Kramarís í Effo og fáa ein ókeypis.
Spyrt tú “Skulu vit ikki fáa okkum ein ís?” So sigur eingin nei. Og nú verður tað dupult so bíligt fyri tann, ið spyr. Við 2 fyri 1 appini fært tú nemliga tveir stórar kramarísar fyri prísin av einum.

GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir.
Afturlatingartíðir hjá Effo Støðunum
Nýggju tilboðini eru galdandi hvørt kvøld frá kl 21.00 og til støðin letur aftur.
Gundadalur – Opið alt samdøgnið. (tilboðið galdandi til kl 06.00)
Argir – Kl. 23.00
Kollafjørður – Kl. 23.00
Klaksvík – Kl. 23.00
Skálafjørður – Kl. 22.00
Saltangará – Kl. 23.00
Vágur – Kl. 23.00
Effo støðirnar í Leirvík og á Strondum eru ikki umfataðar av tilboðnum.

Fylg við á sosialum miðlum
So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum.
Fleiri greinar