Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Stjóri

Gudny Langgaard

Búmerkir

Tíðindi

Vit siga farvæl til Kallnet servaran

Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi.  Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald.  Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 31. august 2024, verður ikki møguligt at rita inn á núverandi kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Harafturat verða allar dátur og teldupostar strikaðir. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Allir teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo – @altfyrieitt.fo – @babba.fo – @beiggi.fo – @mamma.fo – @systi.fo – @kallnet.fo Verða strikaðir eftir 31. august, um annað ikki er umbiðið. Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 31. august? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum.  Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri:  O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum:  One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum  Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint  Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna.  Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við.  Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja.   Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg)  At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg)  Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna.   Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí.   Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Vinnarin av Apple iPad

Vit eru í gávuhýri og trekkja aftur lut um ein lekkran iPad. Fyll teigarnar út niðanfyri og ver við í lutakastinum.Vinnarin er funnin: Til lukku: Inga Kristiansen

Fipurnet til Hellurnar

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

5G er endiliga her

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Hvat merkir hetta fyri teg? Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar. 5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til. Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið. Fleiri nýggjar tænastur Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis. 1. VoLTE VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu. 2. 5G-farnet Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum. 3. IoT 5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things. 4. VoWiFi (kemur skjótt) Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms’a sum vænt. Spennandi tíð fyri framman Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.