Sølufólk til okkara vinnutoymið
Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið.
Fremsta uppgávan hjá tær verður:
- Søla av KT útgerð til vinnukundar
Men eisini:
- Søla av samskiftis- og KT loysnum
- Røkt av kundum
- Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast
Vit vænta tí, at tú:
- Hevur skil fyri KT
- Hevur høgt tempo og ert fleksibul
- Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt
- Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi
Afturfyri bjóða vit:
- Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv
- Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum
- Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning
- Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
Um Nema:
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir:
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80.
Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.
Sølufólk til okkara vinnutoymið
Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið. Fremsta uppgávan hjá tær verður: Søla av KT útgerð til vinnukundar Men eisini: Søla av samskiftis- og KT loysnum Røkt av kundum Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú: Hevur skil fyri KT Hevur høgt tempo og ert fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit: Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.
Sølulærlingur til Nema
Droymir tú um eina spennandi yrkisleið innan sølu og kundarøkt? Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum sølulærlingi til okkara sølutoymi í Tórshavn. Kom og verð partur av okkara dynamiska umhvørvi innan kunningar- og samskiftistøkni, har tú kanst menna tínir søluførleikar og skapa varandi sambond við okkara kundar. Um starvið Sum sølulærlingur, hjá Nema, verður tú partur av einum toymi, ið arbeiðir við ráðgeving og sølu av telefon- og internethaldum. Tú skal vegleiða kundum bæði í handlinum, umvegis telefon og teldupost. Tú kemur m.a. at luttaka í fyrireiking av søluátøkum og øðrum spennandi uppgávum. Starvið fevnir um inngangandi og útgangandi sølu, har tú sleppur at arbeiða beinleiðis við kundum. Um teg Vit leita eftir tær, sum er: Tænastusinnað/ur, opin og forvitin Ágrýtin, áhaldandi og málsøkin Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi Køn/ur í at skapa góð sambond við kundar Dugir at finna loysnir, ið gagna kundanum Lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning Hevur rímiligan telduførleika. Vit bjóða tær Eina yrkisútbúgving sum sølufólk, les meira um útbúgvingina her.Eitt fjølbroytt starv í einum livandi og framfýsnum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at menna teg persónliga og fakliga. Tú verður partur av einari fyritøku, har trivnaður og góðska eru í hásæti. Vit leggja dent á, at tú fært ábyrgd og møguleikar í samsvari við tínar førleikar og áhuga. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Nema Nema er ein av størstu veitarum av kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Vit eru á leið 75 starvsfólk, staðsett í Havn og í Klaksvík, og virksemi okkara er í stórari menning. Forvitin? Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Privatkundastjóran, Tóka Ellefsen á Brúgv, umvegis teldupost teb@nema.fo ella telefon +298 502017 Umsóknir Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 27. septembur 2024.
Faroe Express stafettin
Leygardagin 24. august var árliga Faroe Express Stafettin í nýggja umhvørvinum, hjá Faroe Ship, á Skansabrygguni í Havn. Rammurnar fyri tiltakið vóru serstakliga góðar og nýggja umhvørvið, og nýggi Faroe Ship bygningurin, hóaskaði seg sera væl til eitt slíkt tiltak. Á leið 1500 luttakarar vóru við til stafettina í ár og millum tey taldust 24 av starvsfólkunum hjá Nema, ið vóru umboðað við 8 liðum til stafettina. Vit eru sera fegin um at vera stuðlar til væleydnaðu Faroe Express stafettina og fegin um, at vit kunnu vera við til at menna tiltakið, ið er til gangn fyri so nógvar Føroyingar. Vit takka Faroe Ship fyri gott samstarv, og gleða okkum til komandi ár.
Undan frumsýning av ‘It Ends With Us’
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av stórfilminum, It Ends With Us, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 30. august kl. 20.00. Vit rulla reyða leyparin út og bjóða eitt glas av boblum og okkurt søtt áðrenn sýningina. Tí vilja vit bjóða øllum vælkomnum frá kl 19.30 í Havnar bio. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn. Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. It Ends With UsFilmurin, It ends with us, er ein kærleiksfilmur, ið byggir á bestseljara-, kærleiksskalssøguna, ið er skrivað av Colleen Hoover í 2016. lumtókta Blake Lively spælir høvuðsleiklutin í filminum. Filmurin er ein kærleikasøga, ið fylgir Lily Bloom, tá hon flytir aftur til heimstað sín, og opnar ein blómuhandil. Hennara fyrsti kærleiki verður aftur ein partur av hennara lívi, og vendir forholdið til tann sjarmerandi, men voldliga, skurðlæknan á høvdið. Lily skal taka eina sera torføra avgerð um sína framtíð. Sí forfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=DLET_u31M4M
Fleiri greinar