Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Varaleiðari til handilin í Klaksvík

Ert tú til reiðar at leiða og røkja handil, og brennir tú fyri sølu og góðari tænastu til allar norðoyingar?  

Nema søkir eftir eldhugaðum varaleiðari til handilin í Klaksvík. Kom og ver ein partur av tí rúkandi menningini av kunningar- og samskiftistøknini í Føroyum. 

STARVIР

Tú fært ábyrgd av Nema handlinum í Klaksvík, og verður ein berandi partur av einum toymi, ið veitir ráðgeving og sølu av kt, tele- og skrivstovulutum. Tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgevingum, telefon- og teldupostavgreiðslum, vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum.  

Við starvinum kemur tú at hava stóra ávirkan á handilssvirksemið í Klaksvík og Norðoyggum. Tú hevur ein týdningarmiklan leiklut í at skapa sambond millum kundarnar og Nema.  

Tú sleppur sjálv/ur at leggja tín dag til rættis og hevur møguleika fyri at skapa lív og at geva vitjandi eina hugnaliga uppliving.  

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og arbeiðsstaðurin er hjá Nema í Klaksvík. 

UM TEG 

  • Tú ert ábyrgdarfull/ur, tænastusinnað/ur, opin, forvitin og áhugað/ur í at læra 
  • Tú ert fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi  
  • Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið eru til gagn fyri bæði kundan og Nema 
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handil. 

VIT BJÓÐA 

  • Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú kanst menna teg bæði persónliga og yrkisliga  
  • Møguleika at hava stóra ávirkan á okkara handilsíðnaða í Klaksvík 
  • Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvar við tínar vaksandi førleikar.  
  • Góðar starvsfólkaágóðar  
  • Løn og setanartreytir sambært avtalu. 

NEMA 

Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Hjá Nema starvast á leið 75 fólk, í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki. 

FORVITIN

Um tú ert eldhugað/ur og áhugað/ur í handli og klár/ur at taka ímóti nýggjum avbjóðingum sum handilsfólk hjá Nema, so hoyra vit fegin frá tær!  

 
Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tel. 502017 ella á teb@nema.fo 

UMSÓKNIR 

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdag 30. apríl 2024 


Fleiri greinar