|
Søgan
Í februar 2007 løgdu fyritøkurnar Farodane P/f, Com-data P/f og Reproz P/f saman í nýtt samtak, sum við hesum gjørdist størsti veitari av KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnum á føroyska marknaðinum. Í sama viðfangi fór eigaraskifti fram, og nýggj nevnd og leiðsla vórðu sett. Størstu partaeigarar í NEMA P/f eru P/f Løkir, Sp/f RHO og Sp/f Chase-Durer. Feløgini Farodane og Com-Data vórðu fusionerað pr. 1.1.2007, og Reproz helt áfram sum 100% átt dótturfelag.
Í juni 2007 fekk samtakið nýggjan samleika undir navninum NEMA P/f, sum er holdingfelagið. Samstundist broyttu KT-fyritøkurnar Farodane og Com-Data samleika og virka nú undir navninum Senta. Eindirnar City, Casa og Kvasir hildu áfram uttan stórvegis broytingar. Í juli 2007 gjørdist Atlants Tøkni Sp/f partur av samtakinum sum 100% átt dótturfelag. Í august 2007 varð avtala gjørd við reklamuvirkið Team85 P/f um at leggja virksemið teirra saman við Reproz, frá 1.1.2008 undir nýggja samleikanum Sendistovan P/f.
Um nøvnini NEMA og SENTA
Orðið NEMA er úr heimliga orðatilfari okkara. Navnið hevur fleiri merkingar, t.d. at taka í við hondini, at viðgera, at hava ávirkan á, at læra og at varnast. Fyri samtakið ber navnið fyrst og fremst ein menniskjaligan dám av at vera opin fyri lívinum og møguleikunum, og tað grundfestir eisini týdningin av lærdómi og upplivingum.
Orðið SENTA er japanskt fyri tað enska „center“ og merkir eins og á enskum „miðdepil.“ Orðið hevur eisini føroyskan dám og skapar eina góða blanding millum føroyskt og útlendskt – eina sameining millum heimligan kunnleika og opinleikan fyri vitan uttaneftir. Fyri fyritøkuna merkir orðið, at Senta er ein miðdepil í føroyska KT-heiminum og skapar rættar og týðandi KT-loysnir við at seta fokus á fakligan kunnleika, á passión fyri telduyrkinum og á kundans tørv. Bæði nøvnini eru nær knýtt at virðunum, sum samtakið byggir sítt virksemi á, nevniliga áræði, opinleika, førleika og passión.
|
|
Roknskapur og ársfrásøgn
Sí roknskap og ársfrásøgn fyri 2007
Sí roknskap og ársfrásøgn fyri 2008
Sí roknskap og ársfrásøgn fyri 2009
|