|
Missión
Vit eru varandi samstarvsfelagin, sum tryggjar kundanum hægsta virðið og besta nøgdsemið, tá ið hann ger íløgur í KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnir.
Við opinleika, áræði, førleika og passión veita vit skjóta tænastu, virðisøkjandi ráðgeving og dygdargóða vøru, har vit seta kundan í fokus og taka støði í hansara tørvi.
Visión
- Vit vilja vera samtakið, sum fyritøkur ynskja at samstarva við
- Vit vilja ganga á odda og veita bestu tænastu, har vit velja at bjóða fram okkara vørur og tænastur
- Vit vilja vera kend fyri okkara opinleika, áræði, førleika og passión
- Vit vilja vera professionell í okkara atferð
- Vit vilja bert veita tænastur, sum gera fíggjarligan mun
- Vit vilja bert hava tey dugnaligastu fólkini í arbeiði
Virðir
Áræði - Nýhugsandi og ábyrgdarfull
Áræði skapar framgongd. Áræði flytur mørk og skapar nøgdsemi millum starvsfelagaðar og kundar.
Vit hava dirvi og áræði at finna nýggjar leiðir og loysnir, at troyta nýggjar marknaðir og nýggja tøkni og at taka upp kapping. Úrslitið sæst í, at vit alla tíðina søkja eftir og eru opin fyri nýggjum, áhugaverdum og betri møguleikum. Vit eru ábyrgdarfull og hugsa sjálv.
Kundin upplivir okkara áræði og framfýsni, tá vit saman við honum finna og menna nýskapandi og virðisskapandi loysnir til hansara.
Opinleiki - Samstarvshugað og álítandi
Opinleiki fyri starvsfeløgum, ymiskleikum, nýggjum loysnum og broytingum. Við opinleika gerast vit betri – bæði inneftir og úteftir.
Vit eru opin fyri okkara starvsfeløgum og deildum, nýggjari vitan, menning og broytingum. Vit eru opin fyri samstarvi – bæði innanvirkis og uttanvirkis – tí vit trúgva, at hetta skapar bestu úrslitini fyri okkum sjálv, kundar og fyritøku okkara.
Vit síggja samstarv við kundan sum mátan at arbeiða uppá. Win-Win hugburður okkara ger, at kundin hevur álit á okkum, og álitið betrar samstarvið okkara millum og soleiðis eisini úrslitið. Okkara samstarv við undirveitarar og útlendskar fyritøkur betrar um okkara førleikar. Opinleiki skapar framgongd fyri allar partar.
Førleiki - Dugnalig og nærløgd
Førleiki er okkara søluvøra. At hava bestu førleikar er eitt natúrligt mál at hava hjá øllum.
Fyri at vera best, má førleikin altíð vera í hásæti. Vit eggja til førleikamenning á øllum økjum, so at vit gerast betri og best. Hava vit ikki neyðugu førleikarnar, er tað sjálvsagt at taka upp samstarv við onnur fyri at skapa bestu úrslitini – samstundis sum vit ogna okkum vitan og førleikar.
Kundin skal ongantíð ivast í, at vit hava bestu førleikar á øllum okkara virkisøkjum. Kundin skal eisini gleðast um og vænta av okkum, at vit støðugt gerast betri og ikki støðga á í okkara menning. Kappingarneytarnir skulu fáa grá hár í høvdið av okkum, tí vit alla tíðina gerast betri, og teir skulu troyttast av at renna aftan á okkum.
Passión - Eldhugað og jalig
Passión er okkara drívmegi. Við passiónini koma tær bestu loysnirnar, arbeiðsgleðin og kundanøgdsemið.
Vit brenna fyri okkara arbeiði, faki og okkara starvsfeløgum. Drívmegin er kenslan av at brúka okkum sjálv og okkara førleikar til at skapa meiningsfullar og virðisskapandi loysnir fyri okkara kundar. Vit brenna fyri hvønn dag at útinna okkara besta, og vit styrkjast og mennast við okkara sigrum – og ósigrum.
Kundin fær eina góða uppliving av okkara tænastu, tí hann merkir, at vit brenna fyri okkara arbeiði og faki og fyri at nøkta hansara tørv. Okkara smittandi passión og jaligi virkisandi ger tað stuttligt, stimbrandi og lokkandi at arbeiða her.
|